Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Búskapur & Vinna: Spenta støðan millum Russland og Vesturheimin, nú ábendingar hava verið um eina russiska innrás í Ukraina, var evnið í sendingini Búskapur & Vinna hesa vikuna. Ein fjórðingur av útflutningi okkara er farin til Russlands seinnu árini, tí kann spenta støðan elva til, at Føroyar eru noydd at velja síðu, sum aftur kann fáa avleiðingar fyri útflutningsmøguleikarnar.

Kendi danski sjónvarpsverturin Clement Kjersgaard var ein av gestunum í sendingini hesa vikuna. Umframt at vera vertur í DR Debatten er Clement eisini ritsjóri og stovnari av blaðnum RÆSON, sum serliga viðger uttanríkispolitikk.

Í samrøðuni spurdi Johnny í Grótinum, vertur, millum annað Clement, um Føroyar eru noydd at velja síðu millum Russland og Vesturheimin í verandi stríðsstøðu?

- Orsaka meg, men eg má minna á, at hetta er ikki nakað nýtt, svaraði Clement.

- Putin hevur rátt fyri borgum í meira enn 20 ár. Í Evropa hava vit í Keypmannahavn, París, Berlin og London í 15 ár havt møguleika at taka støðu til, hvørt hetta er eitt nýtt kalt kríggj, um ágangandi retorikkurin og virksemi hjá Russlandi skal tulkast sum tað. Og um vit skulu taka okkara fyrilit í mun til tað.

- Tað vit í Evropa hava valt at gjørt hvørja ferð – í mun til eitt nú støðuna í Georgia í 2008 og á Krim hálvoynni 2014 – er at velja at siga: Vit ynskja ikki at fara tann vegin.

- Týskland, sum hevur avgerandi orðið at siga, hevur higartil ikki ynskt at venda aftur til eina støðu við køldum kríggi mótvegis Russlandi. Hvørja ferð týskarar hava havt høvi til at velja eina kontanta støðu mótvegis Russlandi, hava tey í staðin valt strategiina: “Vit vóna, at tað lagar seg!

- Hvørja ferð er okkurt annað mál komi á dagsskránna – verið tað seg Kina ella Sýria – sum so er fari við uppmerkseminum, og harvið hava Týskland og Evropa sum heild fingið eina umbering fyri at sleppa undan at taka støðu til kalt kríggj ella ei.

- Tvístøðan er tó framvegis har. So svarið upp á spurning tín er fylgjandi: Antin liva vit framvegis í hesum heiminum, sum vit hava gjørt síðstu 15 árini, tá vil Evropa – eisini Danmark – vóna tað besta, at tað lagar seg og frávelja kalda kríggj retorikkin. Ella liva vit í einum nýggjum heimi, sum vit eru komin tættari og tættari upp á síðstu mánaðirnar, har vit skulu venja okkum við at liva við nógv størri óstøðugleika og størri stig av valdskapping.

- Tað merkir ikki, at man í Tórshavn ella Reykjavík ella í Nuuk vaknar upp til ein fullkomiliga hernaðarligan heim, har hernaðartyrlur hanga í luftini yvir býnum og hangarskip koma siglandi eftir firðunum. Men ein kann saktans ímynda sær, at vit í eitt áratíggju ella tvey koma at síggja, at útreiðslurnar til yvirvaking og patruljuvirksemi, útreiðslurnar til at staðfesta, hvør røkir áhugamálini hjá verjusamgongunum, at tær útreiðslurnar vilja økjast munandi.

- Og tað setir so ein spurning ella tveir til Føroyar eisini.

Johnny spurdi síðani, um Danmark við seinastu átøkunum, har danski forsætismálaráðharrin Mette Fredriksen hevur bjóða USA at gera hernaðarstøðir á danskari jørð, ikki hevur tikið eina rættiliga greiða støðu til at vera í parti við USA?

- Jú, heilt greitt líkist hetta mátanum Danmark tók støðu fyri 20 árum síðani í samband við álopið 11. september 2001” svaraði Clement.

- Men eg eri ikki vísur í, at hetta snýr seg so nógv um at senda greið tekin til USA og okkara ynskir til tey. Heldur snýr tað seg um at senda greið tekin til Evropa, um at danska stjórnin ikki ynskir, at Evropa skal reagera sjálvstøðugt mótvegis Russlandi. Danmark hugsar ikki um seg sjálvt sum eitt norðuratlantisk stórveldi ella valdshavi í heila tikið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo