Dagin eftir at hava hugnað sær við tveimum escortgentum heima, heitti Kyle Walker á fólk um at ansa eftir sær í hesum koronatíðum, sdkrivar danska TV 2.
Kyle Walker hevur sum allir aðrir bretar fingið boð um at halda seg við hús og ikki hava samband við fremmand fólk av koronakreppuni.
Men tann missiónin miseydnaðist hjá Manchester City-leikaranum, sum longu í síðstu viku bjóðaði einum vini og tveimum escortgentum heim í sína íbúð at hugna sær.
Kyle Walker og vinurin rindaðu gentunum um 19.000 krónur fyri seansuna sum endaði í sovikamarinum, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo