Premier League vinnararnir frá í fjør, Manchester City, hava fingið eina flúgvandi byrjan uppá kappingarárið 2018/19, eftir at teir seinrapartin í dag vunnu ein tryggan 2-0 sigur á Chelsea í árliga Community Shield dystinum.
Community Shield er dysturin ímillum ávikavist meistararnar og steypavinnararnar frá undanfarna kappingarári.
Vandamikli framherjin, argentinski Sergio Aguero, skjeyt bæði málini hjá City, annað í 13. minutti, hitt í 58. minutti.
Dysturin í dag var í aðrar mátar tann fyrsti hjá Maurizio Sarri, tí nýggja venjararanum hjá Chelsea, sum hesi seinru árini hevur staðið á odda fyri italienska Napoli.
1. umfar av Premier League stendur á skránni komandi vikuskiftið, og er tá fyrsti dysturin fríggjakvøldið ímillum Manchester United og Leicester City.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo