Næsta mikukvøld klokkan 20 verður kunningarfundur um Christmas Child Føroyar í Mentunarhøllini á Eiði.
Myndir verða vístar frá ferð í Namibia, har skógvaeskjur við jólagávum vórðu býttar út til børn, filmur verður vístur og annað er eisini á skránni.
Eisini verður ein drekkamuður at fáa.
Øll eru hjartaliga vælkomin, sigur felagsskapurin Christmas Child Føroyar í tíðindaskrivi í kvøld.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo