Januar: Christina á Bøgarði hevur hin 10. november 2020 staðið próvtøkuna til statsautoriseraðan revisor í Keypmannahavn.
Christina, sum er 33 ára gomul, hevur starvast hjá Januar síðani 2008 og hevur samstundis tikið útbúgvingarnar HD-R og cand.merc.aud.. Seinastu tíðina hevur hon fyrireikað seg til endaligu próvtøkuna til statsaut revisor og staðið royndina.
Hennara starvsøki hesa tíðina hava serliga verið tænastuveitingar til fiskivinnuna og fíggjargeiran, umframt grannskoðan av størri og smærri fyritøkum.
Christina verður nú partaeigari í Januar, har 4 aðrir statsautoriseraðir grannskoðarar saman við øðrum eru partaeigarar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo