Christian krúnprinsur fyllir 18 ár í dag.
Dagurin verður millum annað hildin við stórum vaktarskifti á Amalienborg um middagsleitið, har prinsurin saman við familjuni veitrar av balkongini til tey nógvu sum væntast at koma at heilsa honum. Í kvøld verður sonevnd gallataffel har Margretha drotning er vertur. Tvey ungfólk úr hvørjari kommunu í Danmark eina og úr Føroyum og Grønlandi eru boðin við til veitsluna.
Kongshúsið hevur gjørt eitt talgilt fotoalbum í samband við føðingardagin. Tað kann síggjast her.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo