Danski playmakarin Christian Eriksen (30) er nú Manchester United-leikari.
Tað váttar felagið á Twitter seinnapartin í dag.
Eriksen hevur skrivað undir ein sáttmála, sum er galdandi til juni 2025.
- Manchester United er eitt serligt felag og eg eri spentur at byrja. Eg havi havt tann forrætt at spæla á Old Trafford fleiri ferðir, men at gera tað í United-troyggju verður ein fantastisk kensla, sigur Eriksen.
Christian Eriksen is a RED! ✍️????#MUFC || @ChrisEriksen8
— Manchester United (@ManUtd) July 15, 2022
We can't wait to see you in red at Old Trafford, @ChrisEriksen8 ????????#MUFC pic.twitter.com/T0gcgi06KI
— Manchester United (@ManUtd) July 15, 2022
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo