Á aðalfundinum í dag varð Christian Andreasen afturvaldur sum forseti í FSF.
Ein nýggjur nevndarlimur er eisini valdur. Tað er Rúni Herup Olsen, sum er fyrrverandi formaður í B36.
Christian Andreasen hevur verið forseti í FSF síðani 2010. Hann situr somuleiðis í altjóða nevndum fyri UEFA og FIFA, ávíkavist sum formaður fyri lógarnevndina fyri UEFA og í yvirkærunevndini hjá FIFA.
Forsetin verður valdur fyri 4 ár í senn.
Í nevndini í FSF sita nú Christian Andreasen, Róin Schrøter, Jógvan Páll Joensen, Fróði Danielsen, Kristmund Johannesen, Rúni Herup Olsen, Fríðin Ziskason og Anja Rein.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo