Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Útlendis ítróttur

Bæði Chelsea og Newcastle vóru á heimavølli seinnapartin í dag, og bæði vunnu 1-0 móti einum liði úr London.

Á Stamford Bridge var Kai Havertz einsamalli málskjúttin í dystinum millum Chelsea og Crystal Palace.

Málið hjá honum kom í 64. minutti.

Chelsea liggur enn á 10. plássi í Premier League, men hevur nú 28 stig, sum er tað sama sum Liverpool á 9. plássi.

Á St James' Park hevði Newcastle United trupult við at knógva Fulham, men tá 89 minuttir vóru leiktir av dystinum, fingu teir hvítu og svørtu umsíðir mál. Málskjútti var Alexander Isak.

Newcastle United hevur við sigrinum í dag yvirtikið 3. plássið aftur, sum Manchester United hevði til láns í ein dag.

Bæði Newcastle og Manchester hava 38 stig hvør, men The Magpies hava eina betri málúrtøku. 

Klokkan 16.30 er grannauppgerð í Norðurlondon millum Tottenham, sum liggur á 5. plássi í Premier League, og oddaliðið Arsenal. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo