BirkBloggur: Í eitt gott hálvt ár hevur vitlíkið, artificial intelligence, fylt nógv uppá gott og ilt, oftast undir navninum ChatGPT, bæði í tíðindum og kjakið millum fólk, har eg komi.
Frá at verða ein spælandi fylgisveinur við skemtiliga óforpliktandi uppgávum sum ”skriva mær um hægsta fjall í Føroyum”, og skriva mær ein sang uppá rím í tíggju ørindum um, hvussu ofta Dimmalætting er farin á húsagang, til álvarsligari uppgávur, ið krevja samrøðu og samskifti um úrvald spesifikk evni, har eg frammanundan billi mær inn, at eg havi eitt ávíst innlit, til dømis um film, og mest sum bara havi tørv á einum veggi at skriva upp ímóti, sum tá gentur lofta við fleiri bóltum, og einum hugsaðum ritstjóra at skipa lidna tekstin, á tí skriftmáli, vit velja, føroyskum, donskum ella enskum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo