Charles kongur fer til páskagudstænastu í St. George-kapellinum á Windsor slotti sunnudagin.
Hetta verður so fyrstu ferð hann vísir seg alment síðani krabbameinsviðgerðin byrjaði fyri skjótt tveimum mánaðum síðani, skrivar The Telegraph.
Sambært avísini fer kongurin ikki at sita saman við hinum í kirkjuni av vandanum fyri smittu, skrivar NRK.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo