Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Feðgarnir Regin og Árni Frederiksberg undan dystinum í Sarpugerði fríggjakvøldið millum Víking og KÍ - Mynd: Hans Erik Danielsen

Feðgarnir Regin og Árni Frederiksberg undan dystinum í Sarpugerði fríggjakvøldið millum Víking og KÍ - Mynd: Hans Erik Danielsen

Feðgarnir Regin og Árni Frederiksberg undan dystinum í Sarpugerði fríggjakvøldið millum Víking og KÍ - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: – Ja, hvat skal man siga…? Tað hevur gingið sera væl í heimligu kappingini, og í evropeisku dystunum hevur eisini hilnast væl. Og so at fáa hendan heiðurin afturat, er slett ikki so galið. Hetta eri eg sjálvandi glaður fyri, men hesin heiður skal eisini deilast við mínar liðfelagar og øll hini rundan um liðið, sigur Árni Frederiksberg við heimasíðuna hjá FSF.

Tað munnu vera fá fótbóltsáhugaði, fyri ikki at siga eingin, ið ikki hevur hoyrt um Árna Frederiksberg í summar.

Hann er ein av berandi kreftunum á krútsterka KÍ liðnum, og eftir 18 umfør í fremstu deildini, hevur Árni Frederiksberg skorað 8 mál. Samstundis hevur vinstrabeinti runavíkingurin í Klaksvík av álvara prógvað, at høgra beinið eisini er vandamikið.

Harafturat er tað ikki bara føroysku mótstøðuliðunum, ið Árni hevur givið høvuðbrýggj. Eisini ungarsku, svensku og norsku meistarunum hevur hann drigið til vitloysi, og í løtuni er hann toppskjútti í UEFA Champions League 2023/2024, ið av mongum verður skýrd at vera heimsins sterkasta fótbóltskapping.

Og nú besti spælari í juni og juli mánað skuldi kjósast í Betri Deildini hjá monnum, fekk Árni Frederiksberg úr KÍ flestar atkvøður. Nummar 2 bleiv Magnus Holm Jacobsen úr 07 Vestur, og á einum deildum triðja plássi endaðu Brian Jakobsen úr AB, og René Shaki Joensen úr KÍ.

Tað eru landsliðsvenjarar, miðlafólk og viðmerkjarar, ið atkvøða fyri besta spælara hvønn mánað. Fyri heiðurin fekk Árni Frederiksberg handað eitt gávukort upp á 1.000 krónur frá matstovuni HAPS í Havn, umframt eina glasstandmynd , ið er latin av Betri. Tað var pápi Árna, Regin Frederiksberg, ið vegna Fótbóltssamband Føroya stóð fyri handanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo