Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn hava í dag fingið skrivað seg so mikið lidnar, at fyrsta útkastið til eitt nýtt samgonguskjal er liðugt, skrivar Kringvarpið.
Aksel V. Johannesen, samráðingarleiðari, roknar við, at alt er klárt í næstu viku, so farast kann undir at býta málsøkini millum flokkarnar, ið eisini mannaðu næstsíðstu landsstýrissamgonguna í Tinganesi frá 2015 til 2019.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo