Skúlablaðið: Skúlin á Giljanesi hevur keypt teldlar á Microsoft Surface, og í løtuni hava fimm næmingar í framhaldsdeildini fingið pakkan til láns.
Málið við hesum er, at tann lesiveiki næmingurin hevur altíð hetta amboðið hjá sær. Amboðið er lætt og lítið og startar skjótt upp.
Og við tað, at næmingurin kann hava amboðið heima, kennir hann tað. Tað vil siga, at næmingurin kann altíð – annaðhvørt hann er heima ella í skúla – biðja CD-ORÐ hjálpa sær.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo