Paul Pogba sat á beinkinum tá ið Ole Gunnar Solskjær og Manchester United skuldu vinna Everton í síðstu viku.
Jamie Carragher heldur at fraklendingurin skal seljast.
Í einum Talksport-intervju sigur Carragher at Pogba er eitt stórt navn, kom til felagið fyri nógvar pengar, men hevur ongantíð verið nær náminsi at prestera, uttan mun til leiklut og uppstilling.
- Um eg hevði sett hann á mítt United-lið? Nei, tað hevði eg ikki. Fólk siga hann hevur vunnið HM, men tá ið hann kom væntaði eg at hann fór at dríva liðið fram, sum Gerrard í Liverpool, Lampard í Chelsea ella Yaya Touré í City. Tað er kanska nakað nógv trýst at leggja á ein mann, men tað fingu vit at vita, sigur Carragher sambært Nettavisen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo