1,9 milliardir krónur. So stórt var yvirskotið hjá Carlsberg í Russlandi í fjør.
Danska stórbryggjaríið, sum hevur dóttirfeløg í nógvum londum, forvinnur framvegis nógvar pengar í Russlandi, sjálvt um Carlsberg eftir innrásina í Ukraina fyri áleið einum ári síðani segði, at ætlanin var at sleppa sær av við alt virksemið í Russlandi.
Tað skrivar Ritzau.
Til samanberingar gav virksemið hjá Carlsberg í Russlandi í 2021 eitt hall uppá slakar 300 mió kr.
Carlsberg ætlar framvegis at sleppa sær úr Russlandi, tað endurtók forstjórin Cees 't Hart í viðtal við Børsen í gjár, men bíðað verður eftir røttu løtuni. Carlsberg hevur í tí sambandi framt niðurskrivingar á russisku ognunum uppá umleið 10 milliardir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo