Risastóra danska bryggjaríið Carlsberg framleiðir og selur enn øl í Russlandi. Tað skrivar Berlingske, sum hevur verið í 8 ymiskum handlum í Moskva, har ølið framvegis stendur á hyllunum. Talan var ikki um gamalt øl men øl, sum var bryggjað nýliga á bryggjaríum hjá Carlsberg í Russlandi.
Sostatt hevur Carlsberg ikki hildið orð, tí umleið ein mánaða eftir at Russland leyp á Ukraina segði Carlsberg, at fyritøkan fór fullkomuliga at taka seg úr Russlandi. Alt virksemið skuldi seljast, og vinningurin fór at verða latin til neyðhjálparfelagsskapir.
Carlsberg sigur við Berlingske, at roynt verður framvegis at selja, og til ein keypari er funnin heldur framleiðslan fram.
Carlsberg seldi í fjør fyri 6,5 milliardir krónur í Russlandi og hevði ein vinning av virkseminum í Russlandi uppá 682 milliónir krónur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo