Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Mánadagin 25. mai kemur ein sjáldsom bók út á forlagnum Hitt føroyska skjaldraveldi. Bókin eitur Mitt í hesi krónutíð og høvundurin Carl Jóhan Jensen. Hetta er ein dagbók hildin frá jóladegi í fjør fram til páskadag í ár, hesar makaleysu mánaðirnar í nýføroyskari søgu.

Um árskiftið legðist ein skuggi inn í tíðindini. Í fyrstuni góvu vit okkum lítið far um hendan skuggan, íðan var eisini myrkt uttan um okkum og hetta, sum varpaði skuggan, so óendaliga fjarskotið, heilt eysturi í Kina í landspartinum Hubei, í einum býi, vit ongantíð høvdu hoyrt grett um: Wuhan.

Men skuggin tók til sín dag undan degi. Myrkti so hvørt fyri vári og vaksandi ljósi. Áðrenn vit vistu av, var Korona millum okkara. Brádliga vóru andlát ikki longur eftir tíðindini í útvarpinum, men í tíðundunum og tíðindini sjálv.

Smitta, sóttarhald og frástøða vóru annaðhvørt orðið í øllum, vit tosaðu saman gjøgnum teldur og fartelefonir hvør sær, tí nú sótu vit fyri tað mesta inni hjá okkum sjálvum, tordu ikki annað, og tað galt um lívið at vaska ella spritta sær um tómar hendur.

Úti var samfelagið avlýst ella útsett í óvissa tíð. Einki bar til uttan í frástøðu, hvørki sorg ella gleði. Búskaparlig útlit tóku at fána og tað fór av álvara at spøkja fyri kreppu og trongum tíðum .

Alt hetta tekur Mitt í hesi krónutíð fyri í fyndigum og bersøgnum hugleiðingum í óbundnum og bundnum máli.

Mitt í hesi krónutíð er ein bók, sum gevur lesara sínum eina øðrvísi og innlitsríkari frástøðu til eina grundbroytta samtíð.

Mitt í hesi krónutíð er bókin, sum tú mást lesa.

Og sum sagt, hon verður tøk frá komandi mánadegi, 25. mai.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo