Argentinski heimsmeistarin í IBF fjøðurvekt boksing hjá kvinnum, Brenda Karen Carabajal, kom í gjár til Danmarkar, har hon skal fyrireika seg til stórdystin ímóti hálvføroysku Sarah Mahfoud, sum hevur bjóðað av.
28 ára gamla Carabajal (høgru megin á myndini) sigur, at hon er til reiðar at "taka ímóti tí sum mátti komið í ringinum" tá dysturin verður. Hin kvinnan á myndini er Marcela Eliana Acuna, sum er fastur partnari undir venjing. Hon er eisini heimsmeistari, bara í bantamvekt, sum er klassin undir fjøðurvekt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo