Tórshavnar kommuna: Endaligur sáttmáli er nú undirskrivaður og byrjað verður uppá nýggju skjótibreytina tann 28. juni. Sambært sáttmálanum skal arbeiðið verða liðugt tann 15. september 2021. Tað er Articon, sum stendur fyri arbeiðnum.
Teir tríggir nevndarlimirnir hjá Byrsumúla, Jón Jacobsen, Jonhard Klettheyggj og Finn Ludvig, fegnaðust um sáttmálan, og at tað nú endiliga røkist fyri eini góðari loysn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo