Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Heystarveðrið er so smátt fari at gera um seg. Myndir er frá februar í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

Heystarveðrið er so smátt fari at gera um seg. Myndir er frá februar í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

Heystarveðrið er so smátt fari at gera um seg. Myndir er frá februar í ár - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Heystarveðrið er so smátt fari at gera um seg, og sunnudagin, tá 24. umfar í Betri Deildini hjá monnum var á skránni, vóru serliga tveir dystir ávirkaðir av nógvum vindi.

Inni í Vika á Argjum, har skálamenn vóru gestir hjá AB, bleiv ongantíð sett í gongd. Í staðin bleiv avgjørt at útseta dystin eitt samdøgur, til mánadagin 3. oktober klokkan 16:00.

Við Margáir í Streymnesi, har EB/Streymur hevði vitjan av 07 Vestur, vóru líkindini heldur ikki av teimum bestu. Liðini vóru kortini samd um at gera eina roynd. Men tá 12 minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, valdi dómarin, Bjarki Danielsen at slíta dystin við støðuni 0-0.

Reglurnar í sovorðnum føri siga, at tá dystur verður avblástur orsakað av vánaligum líkindum, skal Kappingarevndin áseta nýggjan dyst, sum byrjar av nýggjum. Og í samráð við feløgini er avgjørt, at nýggjur dystur millum EB/Streym og 07 Vestur verður mikudagin 12. oktober.

Ein líknandi hending var í 2002, tá B68 og B36 møttust á Svangaskarði á Toftum. Miðskeiðis í seinna hálvleiki við støðuni 3-1 til gestirnar úr Havn, dømdi dómarin brotsspark til B68. Men brotssparkið kundi ikki takast, tí bólturin fekst ikki at liggja stillur í nógva vindinum, og tískil floytaði dómarin dystin av.

Tveir dagar seinni fóru liðini á vøllin aftur, og tá vann B36 4-1.

Tríggir dystir vórðu annars spældir sum ætlað í 24. umfari. Við Løkin í Runavík vann KÍ 3-0 á NSÍ, og á Tórsvølli, har HB hevði vitjan av B68, fóru toftamenn avstað við øllum. B68 vann 2-1. Triðji dysturin var á Ovara vølli í Gundadali, har B36 og Víkingur spældu málleysan javnleik.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo