Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Gilli Sørensen, Jóannes Bjartalíð og hinir landsliðsspælararnir byrja næstu EM-undankapping á útivølli móti Moldova - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Á middegi sunnudagin var lutakastið í samband við komandi EM-undankapping fyri A-landslið við monnum. Føroyar komu í bólk E, saman við Póllandi, Kekkia, Albania og Moldova.

Av hesum fýra londunum, er tað fyrsta ferð, at føroyska manslandsliðið skal møta Albania.

Leikskráin til undankappingina er nú klár, og hon sigur, at Føroyar byrja á útivølli móti Moldova fríggjadagin 24. mars klokkan 19:45. Føroyska liðið endar eisini kappingina á fremmandum grasi. Síðsti dysturin verður í Albania mánadagin 20. novembur.

Skráin
24. mars Moldova – Føroyar (kkl. 19:45)
17. juni Føroyar – Kekkia (kl. 19:45)
20. juni Føroyar – Albania (kl. 19:45)
7. sept. Pólland – Føroyar (kl. 19:45)
10. sept. Føroyar – Moldova (kl. 17:00)
12. okt. Føroyar – Pólland (kl. 19:45)
15. okt. Kekkia – Føroyar (kl. 17:00)
20. nov. Albania – Føroyar (kl. 19:45)

Sjálvt EM-endaspælið verður í Týsklandi frá 14. juni til 14. juli í 2024.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo