Tórshavnar kommuna: Regluligur býráðsfundur verður í býráðshúsinum í dag kl 16, har fleiri mál koma til viðgerðar. Eitt nú verður nýggi vinnupolitikkurin hjá Tórshavnar kommunu lagdur fram til samtyktar.
Fleiri mál eru um sethúsabygging í Kollafirði, og málið um prinsipielt byggiloyvi til Argja kirkju kemur eisini til viðgerðar.
Fundurin verður sum vanligt stroymdur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo