Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Havi verið á eyka býráðsfund, tí eitt skundmál varð sett á skránna, sum krevur 2 býráðssamtyktir áðrenn summarfrítíðina.

Hósdagin 16. mai skuldi 4 milliónir krónir játtast til KÍ, so nýtt graslíki kann leggjast á í Djúpumýru í juni mánaði.

Men eg var ímóti. Og tað er ikki tí, at eg eri í móti KÍ. Men eg havi hug at spyrja, um hetta veruliga er býráðsarbeiði, sum okkara fólkavaldu og borgararnir í kommununi kunnu standa inn fyri. At vit í hesi verkfalsraktu tíð skulu møta á eyka býráðsfundi, tí at tað er bráðneyðugt at játta KÍ heilar 4 milliónir til nýtt graslíki, harav 600.000 skal takast frá ungum í arbeiði. 

Á býráðsfundinum kom eisini fram, at borgarstjórin, saman við samgonguni, longu hevði tikið avgerð um, at so fór at vera.

Klaksvíkar Býráð hevur skyldur yvir fyri øllum borgarum í kommununi og nógv annað er at brúka skattapeningin til. Vit hvørki kunnu ella hava loyvi til at vera ein forlongdur armur hjá hjá KÍ í tíð og ótíð.

Eg skilji heldur ikki, at nevndin í KÍ vil seta Klaksvíkar Býráð, har fleiri av teimum fólkavaldu hava eitt sera sterkt tilknýti til felagið, í hesa óhepnu støðu. Um tað veruliga var so átrokandi at skifta grasið á vøllinum, so skuldi KÍ klárað hetta innanfyri sína egnu fíggjarætlan ella við lántøku.

Tí allir klaksvíkingar vita, at okkara partur her í kommununi hevur ongantíð ligið eftir – í øllum førum ikki, tá ið tað snýr seg um stadionøkið. 

Klaksvíkar Býráð hevur mær vitandi verið ein góður og nærum treytaleysur stuðul hjá KÍ í nógv ár. Vit hava brúkt nógvan pening upp á vallir, nýggj skýli, ljóssteyrar, bygningar og rennibreyt, sum allir fótbóltsglaðir KÍ arar dagliga fáa almikla gleði av. Harafturat hevur orka verið løgd í fleiri FIFA vallir her á staðnum, ja, og eisini tríggjar sparkivallar kring skúlan, sum allir skulu viðlíkahaldast.

Kanska er tað lagaliga løtan at skifta gras í juni. Men hetta er ikki lagaliga løtan at játta nógvar milliónir til KÍ.

Eg haldi at stundin er komin til, at vit hugsa mentanarøkið í einari breiðari merking. Borgarakanningin vísir, at vit í kommununi eru sera nøgd við ítróttarumstøðurnar í kommununi, men fólk sakna eina nýggja fimleikarahøll.

Sum býráð hava vit eisini ábyrgd av at hugsa um tónleikin, sjónleikin og listina. Klaksvík er annað og meiri enn bara ítróttur og fótbóltur. Men kanska verður tað ov drúgt í hesi grein, at nevna allar ábøtur og nýíløgur sum rópa eftir peningi skattgjaldarans. 

Eg atkvøddi ímóti, simpulthen tí, at eg haldi at 4 milliónir kundi verið brúkar til so nógv annað treingjandi og meiningsfult í hesum døgum. 

Annika S. Biskopstø
Býráðslimur í Klaksvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo