Skúlablaðið: - Tað er rættiliga sermerkt samanborið við, hvussu tað er aðrastaðni, at ein stovnur sum fólkaskúlin liggur í Mentamálaráðnum, og at Mentamálaráðið ítøkiliga umsitur øll øki í fólkaskúlanum. At ráðið nú verður umskipað, og fólkaskúlin lagdur í eitt undirvísingarstýri dámar okkum í útgangsstøði væl, sigur Herálvur Jacobsen.
Formaðurin í Føroya Lærarafelag letur ikki væl at samskiftinum við Mentamálaráðið, soleiðis sum tað hevur verið.
- Ein fyrimunur við umskipanini verður vónandi, at arbeiðsbýtið í stýrinum verður greiðari, og vit altíð vita, hvønn vit skulu venda okkum til, tá ið eitthvørt er. Samskiftið við Mentamálaráðið hevur ikki verið nøktandi leingi; skúlaleiðslur bíða leingi eftir svari í málum, sum eru fyri, og mangan fáa tær lítla hjálp.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo