Tórshavnar kommuna: Tørvur gjørdist á fleiri skúlastovum í Skúlanum á Fløtum, orsakað av størri tali á flokkum. Í samráð við skúlaleiðsluna varð tí avrátt at umbyggja verandi auditorium í útsynningshorninum.
Talan er um eitt rúm í dupultari hædd, har dekk verður lagt í og sum síðan verður umbygt til tvær skúlastovur í sama sniði og dygd sum verandi stovur í skúlanum.
Tað eru Articon og Búsetur, sum gera arbeiðið, sum byrjar beinanvegin og verður liðugt til jóla.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo