Talan er um smærri íbúðir, sum verða innfluttar sum eindir á 14 - 31 m2, sum eru mestsum liðug bygging. Fyrsta byggistig er tilsamans 38 íbúðir ella kømur við bað, bygt í 2 hæddum.
2. byggistig er 70 íbúðir ella kømur við bað, bygt í 3 hæddum.
Økið, har ætlanin er at byggja íbúðirnar, er øki, har Tórshavnar kommuna kann geva loyvi til íbúðarbygging við serstakari byggisamtykt. Býarskipanardeildin hevur gjørt eitt uppskot til serstaka bygging til bygging av íbúðum á økið.
Tekniski stjórin og býararkitekturin mæltu byggi- og býarskipanarnevndini til at góðkenna serstøku byggisamtyktina og beina málið í býráðið. Byggi- og býarskipanarnevndin samtykti 11. januar at taka undir við tilmælinum, og málið kemur fyri á almennum býráðsfundi nú hóskvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo