Barna- og útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, hevur vitjað á Miðnámi á Kambsdali fyri at hoyra um virksemi og síggja, hvussu tað gongur við byggingini. Christian Joensen, rektari, tók ímóti og vísti runt.
Tað er júst eitt ár síðani, spakin var settur í byggingina av einum nýggjum bygningi mitt í hjartanum í skúlanum, har nýggjar náttúruvísindastovur og felagshølir skulu verða.
Bæði tá spakin var settur í og nú var sama dag, sum fyrsta pisan var floygd í skúlanum. Landsstýrismaðurin fekk høvi at ynskja fyrstu pisuni í ár, Jónathan Meinhardsson Jensen, til lukku við próvnum.
Næstu ferð, tá ið prógv skulu handast, verður tað í nýggju samkomuhøllini í skúlanum.
Tað setur stór krøv til allar partar, at bygging og skúlavirksemi virka lið um lið, men tað sær út til at ganga fínt við báðum. Tað gleðist landsstýrismaðurin um.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo