Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Teir seks, sum hava tikið útbúgvingina og síggjast á myndini, eru (aftast frá vinstru): Emil Jacobsen, John Tordar Poulsen, Uni Martinson Venned, Heri Mikalsson, Pál Mohr Joensen og Heini Bech. Allir hava fingið arbeiði í Føroyum

Í gjár tann 22. januar, fingu seks nýklaktir byggifrøðingar prógv á Glasi. Talan er um eina bachelor útbúgving, sum Glasir bjóðar út í samstarvi við VIA University í Horsens.

Møguleikin at taka eina slíka útbúgving í Føroyum er í høgum meti millum lesandi og vinnu, tí ikki øllum dáma at fara av landinum at nema sær útbúgving. Hesir seks hava fyrst tikið Byggitøkni í Føroyum, men hava so verið í Horsens í eitt ár á Byggifrøði útbúgvingini, fyri síðan at koma aftur til Føroyar, har teir hava verið í praktikk og hava skriva endaliga verkætlan.

Seinasta hálva árið hava teir húsast á Glasir 700, sum er gamli Handilsskúlabygningurin í Marknagili, har teir hava fingið holla vegleiðing frá undirvísarum á Glasi í sambandi við endaligu verkætlanina.

Glasir arbeiðir í løtuni við eini royndar verkætlan, har tað skal bera til at taka alla útbúgvingina í Føroyum, og í løtuni eru nøkur lesandi í gongd eftir hesi ætlan, tey vera ætlandi liðug um hálvt annað ár. Í summar byrjaðu 20 lesandi á Byggitøkni, sum eisini ætla sær at halda fram at lesa til Byggifrøðing í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo