Bygdasøgan, sum Nes kommuna hevur latið skrivað um bygdirnar Nes, Toftir og Saltnes, verður útgivin í kvøld, hóskvødið 4. mai kl. 19.30, í Tofta skúla.
Bygdasøgan telur 3 bind. 2 tey fyrstu bindini er bygdasøga meðan tað triðja bindið er ættarsøga.
Tað er rithøvundurin Helgi Jacobsen ið hevur skrivað Bygdasøguna.
Ættarsøguna hevur Torleif Hansen skrivað og lagt til rættis.
Bind 1 og 2 koma út í kvøld, meðan bind 3 kemur út seinni í ár.
Á myndini síggja vit ein vælnøgdan rithøvunda við teimum báðum fyrstu bindunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo