Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Røða, sum Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, flutti fram, táið Elin Løkin legði sítt fyrsta yrkingarsavn, “Vakrasta stað”, fram í Skótahúsinum seinrapartin í gjár.

Ein dagin fyri á leið tveimum árum síðan var eg farin at troyttast av ov nógvum gráum og myrkamorreyðum húsafasadum. Fann skjótt út av, at eg var ikki einsamallur, og ein litsnillingur gjørdi eftir umbøn nakrar skíggjaroyndir av Politistøðini, sum kommunan eigur. Hon flutti nakrar dagar seinri úr einum morreyðum í ein bláan ham.
 
Eitt sum fremmand fólk eru serliga hugtikin av í Føroyum, er litspælið í bygdum og býum. Ymsu litirnir á fasadum og tekjum bera boð um sjálvstøðugt tankagóðs og um fólk, sum eiga í sær dirvi til at standa við sítt egna sálarlív. Kann ætla, at onkur harmoniur er ímillum litspælið og støðuna annars hjá hvørjum individi sær. Ber eisini boð um eitt fólk, sum ikki trívist serliga væl við at ganga í takt. Harrin havi lov fyri tað.
 
Hvørt einasta menniskja er eisini eitt munagott og neyðugt klípi í hini stóru heildarmyndini. Hvør sál leggur eitt eyga afturat tí stóru samfelagstroyggjuni. Hvør fuglur syngur við sínum nevi og letur seg ikki hundfara eftir boðum úr erva. Tað ber til at virka hjá øllum í einum persónliga frælsum samfelag, hóast lógligir karmar skulu til fyri at onkur ikki kann gera seg inn á annan órímiliga. Demokrati er skipað frælsi.
 
Tess størri frælsi tess meiri skapan. Tað svitast ikki. Eisini á mentanarøkinum. Tað er eitt mirakkul, næstan eitt guðdómsverk, at vit eiga okkara egna mál, móðurmálið, og uppaftur størri undur er tað, at málið kann brúkast í øllum brigdum frá lugarspráti til vísind. Í mun til tal av fólki liggur tjóð okkara í broddi fylkingar, táið tað snýr seg um skaldskap. M.a. yrkingar.
 
Tað var russiski rithøvundurin og Nobelvinnarin, Iosif Aleksandrovitj Brodskij, sum segði, at av øllum listargreinum er yrkingin tann, ið flýgur hægst og sær víðast. Og lagt hevur verið afturat: “Men tað eru eisini yrkingar, ið flúgva somikið høgt, at bardunirnar so við og við loysna úr jørðini. Uppi yvir pylsuvognum og kioskum, endaleysum skógum og skipum, sum lýsa úti á havinum, rekast orðini sum heimleysir flogdrekar. Eitt skifti ber til at rúsa seg í abstraksjónum, men sum frálíður, stirðna orðini av berum heimlongsli aftur til jørðina.”
 
Býarmyndin Elin leggur í dag fram sítt fyrsta yrkingarsavn. Vit sum kenna hana, og hava fylgt henni á sosialum miðlum, hava varnast, at hon leingi hevur fingist við tað andans virksemi – at yrkja. Yrkingarnar í savni hennara “Vakrasta stað” eru settar saman hesi 3-4 seinastu árini, og eru myndir av løtum, persónligum og almennum, andligar myndir, lýrisk minningarorð og viðmerkingar til samfelagsgongdina frá einum sjónarhorni, sum sjáldan hoyrist frá. M.a. finst hon hvassliga at pedagogverkfallinum fyri góðum tveimum árum síðani, sum gjørdist ein stórur trupulleiki fyri bústovnin við Blikagøtu, har yrkjarin dagliga húsast. Eitt brot úr yrkingini “Je m´apelle Elin, eg eiti Elin” ljóðar soleiðis:
 
       Tað er keðiligt at eg bleiv rikin á dyr,
       úr mínum egna heimi á Blikagøtu, sindur lagt úti,
       mínum egna stovni.
       Veit, at øll skilja meg.
       Nú mugu politikararnir taka seg saman,
       loysa trupulleikan,
       so at starvsfólkini kunnu koma aftur til arbeiðis,
       og at tey við serligum tørvi
       kunnu sleppa aftur í sítt egna heim
       og til arbeiðis aftur, tá ið jólaferian er liðug.......
 
Yvirhøvur er Elin positiv av lyndi, og sum hon sjálvur sigur: “Tað er gott at eg havi eitt heitt hjarta, sum pumpar og slær, gjøgnum æðrarnar hjá mær.” Kortini man tað vera sum hjá teimum flestu, helst øllum okkara, at pendulið sveiggjar. Sálarlívið sveiggjar sum sinuskurvarnar og sjóvarføllini. Eina ábending fáa vit í hesum brotinum: “Starvsfólkini hjálpa okkum at gera mat, hjálpa við medisin, tá ið vit skulu vaska okkum, og troysta okkum, tá ið vit eru kedd.”
 
Liva vit eitt rímiliga virkið lív, so svitast tað ikki, at vit gera eitt ótal av mistøkum. Hann ið ongi mistøk ger, hevur fyritikið sær ov lítið, plaga vit at siga, og eg eri onki undantak. Tey, mistøkini, kunnu bøtast aftur onkursvegna, ella lekir tíðin sárini. Hóast eg trívist væl, ómetaliga væl, har ið eg ikki grynni, so vassaði eg ta einu ferðina so langt út, at eg ikki væntaði at vinna upp land aftur - tí mistakinum viðvíkjandi. Høvuðsleikarar í hesum drama vóru vit bæði Elin.
 
Krúnprinsaparið og børn teirra vitjaðu Runavíkar kommunu nakað út á summarið 2018. Nógv fyrireiking skal til fyri at taka ímóti so tignarligari vitjan, kommunan skal vísa seg frá síni bestu síðu, og tá kann tað skjótt vera, at okkurt mistak hendir, um informatiónirnar svíkja og kommandovegirnir ikki eru nóg greiðir. Tað gekk yvirhøvur upp á stás, ja, so væl, at tey brúktu drúgvari tíð enn ætlað undir vitjanini her á staðnum. Serliga Bylgjan imponeraði kongligu alvarnar somikið, at teir ynsktu at sleppa uppí part, tá ið møguleikarnir í ítróttardeplinum, við ymsum ítróttargreinum, vórðu sýndir fram. Millum mong onnur hevði felagið Svanur sína egnu framsýning í boccia ítróttini.
 
Kurteisiliga verða gávur handaðar slíkar dagar. Krúnprinsurin fekk ein grindaknív. Mary, krúnprinsessa, eitt hálsprýði við innløgdum grindahvalum og Vincent, prinsur, fekk ein føroyskan tjóðbúna frá kommununi. Í Bylgjuni vóru gávur eisini handaðar, men tað sum eg tíverri ikki visti, var, at Elin Løkin skuldi handa kongligu familjuni eitt bocciasett frá Ítróttarfelagnum Svani. Í tí eg handi Mary gávuna frá Svani, fara tær fyrstu sjokkbylgjurnar ígjøgnum Bylgjuna. Tað var, sum tá teir á sinni skuldu forsvara Ormin Langa: “Lunnar brustu og jørðin skalv.” Elin var fúkandi ill, tað næstan øraði fyri mær, tí eg var óvitandi um orsøkina, sá bara fyri mær, at: “Skarpur verður hildarleikur, tá norðmenn mót norskum stríða.” Krúttunnan av Blikagøtu gjørdi bart, konfrontatiónin var so total, at eg hvepti meg við og fann skjótt út av, eg eg var ikki harri yvir støðuni. Var tað ikki fyri Aksel løgmann, Fríðrik krúnprins og serliga Mary krúnprinsessu, sum smidliga lótu seg í diplomatisku hamarnar, so er ilt at gita um, hvussu endin hevði verið á hesi tragediuni. Borgarstjórin var fullkomuliga hjálpar- og verjuleysur og Elin var um at bresta av øði. Hon græt og illa lat. Hóast eg væntaði tað versta, blíðkaðist hon kortini skjótt aftur og eg síggi í savninum, at hon, longu eina góða viku eftir kongligu vitjanina, hevur sett yrkingina “Fit for fight” saman:
 
       Nú siti eg her
       í mínum egna koparslotti
       meðan tað er eitt sindur dallaligt veður.
       Hvussu skal barnið eita?
       Per, Pól, Slá Meg ella Klods Hans?
       Lívið er herligt.
       Lyft av Tóra á túri,
       heilsað upp á tey kongaligu,
       tikið í hondina á krúnprinsi Frederiki,
       fingið klemm frá Mary krúnprinsessu,
       hon segði, “du er så sød og flink”,
       men løgmaður mátti geva Tobba nøkur borgarlig orð,
       tí hann handaði bocciasettið,
       sum eg skuldi handa teimum kongaligu,
       men Tobbi er umskyltur,
       tí at hann visti ikki av,
       at eg skuldi geva,
       hesa gávu frá Svani,
       so tey fingu bara eina mynd,
       seg eg hevði gjørt,
       í staðin fyri.
 
       Eg eri fit for fight
       at gera alt møguligt,
       til dømis at pynta meg,
       tá ið eg skal okkurt,
       seta hárið,
       flættur og penar boylar,
       kular oyraringar,
       og glimmur glammur,
       so eri eg so “smuk”,
       sunt er at fáa láturkrampa,
       tað er gott fyri likam og sál,
       aja, kongaríkið í Bábylon!
 
Fyrigeving er ein megintáttur í andaliga infrastrukturi okkara, og eg takki Elini av hjarta fyri, at hon so skjótt fyrigav mær misbrot mítt hendan kongliga leygardagin fyri hálvum triðja ári síðan.
 
Tað er ikki gerandiskostur at yrkingarsøvn spretta úr okkara staðbundna jørðildi, somikið meiri fegnast vit. Skilagott eisini, at savnið verður lagt alment fram í dag, degnum sum Sameindu Tjóðir hava valt at rópa: World Down Syndrome Day. Soleiðis kann yrkingarsavnið eisini varpa ljós á avbjóðingarnar hjá teimum, sum eru sett í verðina við  Trisomi 21 kromosominum, sum býr undir Downs syndrominum.
 
Fyri Runavíkar kommunu og meg sjálvan fari eg at ynskja tær hjartaliga til lukku við debut´ini sum yrkjari í bókahami. Fari eisini at takka Sprotanum fyri at hava átikið sær at geva bókina út.
 
Tá vit dagliga síggja Elina fara spjálkandi eftir gongubreytini – innsnúgvin ella útsnúgvin – alt eftir humørinum snakksalig - ella lurtandi eftir onkrum úr oyrabúffunum - fegnist eg mest um, at vit í alt størri mun hava flutt okkum inn í eitt samfelag, har tað er rúm fyri øllum. Samfelagið skal vera, sum táið fremmandamaðurin sær niður yvir eina føroyska bygd. Rúm skal vera fyri øllum litum, tónum og observansum – ikki fyrrenn tá kunnu vit rópa okkum uppá at eiga eitt framkomið og siviliserað samfelag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo