Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast Húsalánsgrunnurin varð settur á stovn til tess at tryggja fígging til bústaðabygging kring landið, so ger avleggarin hjá sama almenna grunni, Bústaðir, júst tað øvugta og byggir tveir triðingar av sínum bústøðum í høvuðsstaðnum, har hópin av øðrum privatum byggifyritøkum longu byggja við fullari ferð!

Eg má  geva Eiriki í Jákupsstovu mikið rós fyri, at hann við fyrispurningi til Ingilín Strøm landsstýriskvinnu setur fokus á bústaðabyggingina hjá okkara landsalmenna felag Bústaðir.  Takk fyri tað, Eirikur.

Svarið frá landsstýriskvinnuni til løgtingsmannin er tó minni hugaligt, tí har framgongur ítøkiliga, at síðan 2019 hevur Bústaðir higartil bygt ella er í gongd við at byggja niðanfyri nevndu bústaðir í landinum:

Tórshavn

200

Norðoyggjar

33

Sandoy

5

Eysturoy

28

Suðuroy

14

Vágar

10

Norðstreymoy

14

 

304

Altso leggur almenna bústaðafelagið dent á júst tað øvugta sum Húsalánsgrunnurin, ið legði seg eftir at fíggja bústaðir kring landið.

Nú er tónin ein heilt annar og sentralistiskur, har tað eitt nú verður sagt fylgjandi í svarinum frá landsstýriskvinnuni:

Bústaðir byggja mest í meginøkinum, tí tað er har nógv tey flestu á bíðilistanum hjá Bústøðum ynskja sær ein leigubústað.

Altso eingi atlit verða tikin fyri, at tað faktiskt bara er í høvuðsstaðarøkinum, at tann privata vinnan byggir við fullari ferð!

Bústaðir siga, at høgt kostnaðarstøði í byggivinnuni og høgur rentukostnaður gera, at tryggast er at byggja, har sum eftirspurningurin er størstur.

Tað vil siga, at egin tryggleiki hjá almenna felagnum yviri við Strond í Havn kemur fram um tørvin á bústøðum kring landið, har vinnan byggir lítið og einki!

Bústaðir siga, at tað er í meginøkinum, at áhugin hjá øðrum íleggjarum at luttaka er størstur.

Aftur sama undanførsla, at av tí at umstøðurnar og privati kapitalurin vil vinna mest við at byggja í Havn, so byggir almenna bústaðafelagið bara eisini í Havn!

Skal nakað byggjast uttanfyri bøgarðarnar í Havn, so er tað tíverri bert við áhaldandi trokan og togan fyri at fáa Bústaðir at síggja møguleikarnar kring landið.

Meðan Bústaðir í Tórshavnar kommunu gjøgnum árini sjálvur hevur ognað sær lendi at byggja á, so skulu kommunurnar kring landið standa á høvdinum, bjóða pengar ella stykkir, ella skulu privatar fyritøkur so ella so tryggja Bústøðum møguleikan at byrja.

Eitt feskt dømi um hetta er seinasta stóra bústaðabyggingin, sum nú er í gongd í Fuglafirði, har ein privatur stigtakari saman við kommununi fór í gongd við eina verkætlan har, sum tað tíverri ikki eydnaðist teimum at fullføra.

Men eitt stórt arbeiði var nú gjørt, og so kundi Bústaðir taka yvir. Hví? Tí tað helst er munandi bíligari og ómakaleysari hjá teimum, enn um Bústaðir av sínum eintingum skal fara í gongd við líknandi verkætlan.

Eg sakni stórliga ein veruligan vilja hjá Bústøðum til sjálvi at raðfesta og taka stig til bústaðabyggingar í landspørtunum kring landið.

Vinnan byggir í Havn, bankarnir fíggja mest í Havn, grunnarnir fíggja mest í Havn, og tí er tað eitt krav, at almenna bústaðafelagið ikki fer glaðbeint í sama sentralistiska leyp. Tað verður ikki góðtikið!!

Jógvan Skorheim
Klaksvíkar býrað

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo