Svar upp á fyrispurning nr. 52-059/2022 sambært § 52 a í tingskipanini til Ingilín D. Strøm landsstýriskvinnu frá Erhardi Joensen løgtingsmanni um virksemi hjá Bústøðum
Spurningar:
1. Hevur felagið Bústaðir keypt ella yvirtikið nakrar bústaðareindir frá øðrum síðan tann 26. mars 2021?
- um ja, hvat slag av bústøðum, hvussu nógvar eindir og hvussu stór er keypsupphæddin?
2. Er felagið Bústaðir sjálvt farið undir at fyrireika og byggja nakra nýggja verkætlan síðan 26. mars 2021?
- um ja, hvat slag av bústøðum, hvussu nógvar eindir og hvussu stórar eru hesar verkætlanir, og hvør er kostnaðurin?
3. Eru allar bústaðareindir, sum Bústaðir síðan 26. mars 2021 hava keypt frá øðrum, umframt allar byggiverkætlanir, sum felagið Bústaðir sjálvt er farið í gongd við at fyrireika og byggja, fíggjaðar saman við øðrum íleggjarum eftir kravinum í § 8 c, stk. 2 í lógini um Húsalánsgrunnin?
4. Hevur landsstýrismaðurin, aftaná 26. mars 2021, loyvt Bústøðum at fara undir nakra verkætlan, uttan at hetta er fíggjað saman við øðrum, vísandi til § 8 c, stk. 4 í lógini um Húsalánsgrunnin?
5. Hvussu nógv av heimildini á 250 mió. kr., sum felagið Bústaðir, sambært § 8 c, stk. 2, skal fíggja bústaðarbygging fyri kring landið, hava Bústaðir brúkt, síðan teir fingu heimildina tann 26. mars 2021?
6. Hvørjar eru tríggjar tær seinastu verkætlanirnar, sum Bústaðir hava fyrireikað og bygt, og eru hesar verkætlanir bjóðaðar út?
Svar:
Til spurning 1:
Bústaðir hevur ikki keypt ella yvirtikið bústaðareindir frá øðrum síðan tann 26. mars 2021.
Til spurning 2:
Síðani 26. mars 2021 eru Bústaðir farnir í holt við fylgjandi verkætlanir:
a) 12 íbúðir á Blómubrekku í Tórshavn (3. byggistig)
b) Vistarpartin til Húsarhaldsskúlan í Klaksvík
c) 2 búfelagsskapir ávikavist á Toftum (19 íbúðir) og á Strondum (16 íbúðir)
Bústaðir arbeiðir í løtuni við at finna aðrar íleggjarar til tvær verkætlanir:
d) 22 leigubústaðir við Heimasta Horn 2 í Tórshavn
e) 8 leigubústaðir á Heiðatrøð 2 á Tvøroyri
Harumframt er ein verkætlan liðug og klár at taka í nýtslu:
f) 6 bústaðareindir í Mýrunum í Vági. Hesar vóru upprunaliga ætlaðar at selja til eitt lutaíbúðafelag, men orsakað av broyttum fíggjarligum fortreytum fara Bústaðir mest sannlíkt heldur at bjóða íbúðirnar út til leigu.
Til verkætlanirnar a), b) og c) eru settar av ávikavist 20 mió. kr., 22 mió. kr. og 52 mió. kr. Viðvíkjandi d) og e) kann Bústaðir ikki upplýsa kostnaðin fyri verkætlanirnar, tí talan er um handilslig viðurskifti millum Bústaðir og møguligar íleggjarar. Verkætlanin í Mýrunum í Vági hevur kostað 9,8 mió. kr.
Til spurning 3:
Flestu verkætlanir, sum eru lidnar og tiknar í nýtslu eftir 26. mars 2021, umframt tær verkætlanir, sum eru í gongd, eru byrjaðar áðrenn 26. mars 2021, og eru tí fíggjaðar, uttan at lániheimildin í § 8c, stk. 2 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn er brúkt til tess. Undantøkini eru verkætlanirnar, sum eru nevndar í svarinum til spurning 2.
Fyri verkætlanirnar, nevndar a), b) og c) í svarinum til spurning 2, er galdandi, at tær verða fíggjaðar við tí partinum av lániheimildini, sum er markaður til serligar málbólkar, og sum skulu byggjast og staðsetast eftir avtalu við landsstýrismannin (jvb. § 8 c, stk. 2, 2. og 3. punkt í løgtingslóg um Húsalánsgrunn).
Fyri verkætlanirnar, nevndar d) og e) í svarinum til spurning 2, samráðist Bústaðir í løtuni við aðrar íleggjarar um at verða við til at fíggja verkætlanirnar afturfyri ognarlut í bústaðabygningunum (jvb. § 8 c, stk. 2, 1. punkt).
Til spurning 4:
Landsstýrismaðurin hevur ikki, og er ikki biðin um, at nýta heimildina í § 8 c, stk. 4 í løgtingslóg um Húsalánsgrunn til at geva Bústøðum undantak frá kravinum um luttøku frá øðrum íleggjarum, sum ásett í § 8 c, stk. 2, 1. punkt.
Til spurning 5:
Við tað, at Bústaðir enn eru í samráðingum við aðrar íleggjarar um fígging og deildan ognarskap til fyrstu verkætlanirnar, sum fíggjast skulu við heimildini í § 8 c, stk. 2, 1. punkt (verkætlanirnar, nevndar d) og e), í svarinum til spurning 2), ber ikki til at upplýsa, hvussu stórur partur av lániheimildini upp á 250 mió. kr. fer at verða brúktur til fígging av nevndu verkætlanum.
Til spurning 6:
Seinastu tríggjar verkætlanirnar, sum eru tiknar í nýtslu eru:
- Vestmanna, 7 íbúðir, summarið 2022. Fleiri arbeiðstakarar spurdir áðrenn ein varð funnin.
- Blómubrekka, 1. byggistig, 10 íbúðir, heystið 2022. Lendisarbeiði varð bjóðað út. Partur av rammuavtalu.
- Óðinshædd, 2. byggistig II, 20 íbúðir, heystið 2022. Ikki bjóðað út. Partur av rammuavtalu.
Seinastu fýra avtalurnar um arbeiðstøku, sum eru gjørdar, eru:
- 22 íbúðir á Heimasta Horni 2. Undirhondsboð fingið frá tveimum arbeiðstakarum.
- 5 íbúðir í Sandavági. Endurtøka av aðrari verkætlan. Ikki bjóðað út.
- 6 íbúðir í Vági. Endurtøka av aðrari verkætlan. Ikki bjóðað út.
- 19 íbúðir sum byggistig IV á Óðinshædd. Ikki bjóðað út. Partur av rammuavtalu.
Umhvørvismálaráðið, 10. februar 2023
Ingilín D. Strøm
landsstýriskvinna
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo