Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur, løgtingskvinna
Svarari: Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í umhvørvismálum
Evni: Bústaðir
Spurningar:
1. Tekur landsstýriskvinnan undir við, at Bústaðir hækkar leiguprísirnar?
2. Hvussu heldur landsstýriskvinnan, at hækkaði leigukostnaðurin samsvarar við bústaðarpolitikkin hjá samgonguni?
3. Ætlar landsstýriskvinnan at gera nakað, fyri at fáa leigukostnaðin hjá Bústøðum at lækka?
4. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir hevur eitt nóg stórt avlop til at kunna umsita, viðlíkahalda og byggja nýtt uttan at økja skuldarbyrðuna?
5. Eigur Bústaðir at bjóða øll arbeiði út, sum verða gjørd fyri stovnin?
6. Metir landsstýriskvinnan, at Bústaðir í nóg stóran mun fylgir almenna útbjóðingarpolitikkinum?
7. Hvussu stórt avlop eigur Bústaðir at hava, fyri at tryggja haldførið hjá stovninum?
Viðmerkingar:
“Ein bústaður er ein rættur, ikki ein vøra.” Soleiðis ljóðaðu nøkur føgur orð áðrenn seinasta løgtingsval.
Eisini segði núverandi landsstýriskvinna í bústaðarmálum í einum lesarabrævi tann 24. november 2022, at vit eiga at brúka bústaðaramboð okkara, Bústaðir, til at tryggja eina bíliga leigu til tey, ið hava tørv á tí.
Nú hetta landsstýrið hevur sitið í meira enn eitt ár frættist gjøgnum miðlarnar, at Bústaðir hækkar leigukostnaðin fjórða árið á rað, og at nakrir av verandi leigarum mugu finna sær nýggjan bústað, orsakað av príshækkingini.
Viðvíkjandi spurningunum um at bjóða arbeiði út og at fylgja almenna útbjóðingarpolitikkinum, verður víst til svar uppá § 52a fyrispurning nr. 52-218/2021, frá 1. juli 2022, har upplýst varð, at innboðin lisititatión og alment útboð bert høvdu verið roynd í einstøkum førum, meðan talan í flestu førum var um undirhondsboð frá í mesta lagi tveimum arbeiðstakarum. Undirritaða kundi hugsað sær at fingið at vita, um hendan støðan er broytt.
Tí verður hesin fyrispurningurin settur.
Á Løgtingi, 7. mars 2024
Elsebeth Mercedis Gunleygsdóttur
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo