Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

BETRI: Hóast útlánsrentan hækkaði í 2022 og 2023, eru miðal bústaðarprísirnir í dag hægri enn í 2022.

Vanliga fella bústaðarprísirnir, tá útlánsrentan hækkar, og fólk hava færri pengar um hendi.

Men tað vísir seg, at hóast útlánsrentan er hækkað, kvinka prísirnir framhaldandi uppeftir.

Gongdin bendir á, at eftirspurningurin eftir bústøðum framvegis er munandi hægri enn útboðið. 

Fyrra hálvár í ár kostaðu eini sethús í Tórshavn í miðal 4 mió. krónur. Tað er ein hækking á 6% samanborið við árið í fjør, tá miðalprísurin var 3,8 mió. krónur. 

Miðalprísurin fyri eini sethús aðrastaðni í Føroyum var 2,1 mió. krónur fyrra hálvár í ár samanborið við 2 mió. krónur fyri árið í fjør. Tað er ein hækking á 5%.  

- Eftirspurningurin eftir bústøðum er vaksandi og er framvegis munandi hægri enn útboðið – bæði eftir íbúðum, nýggjum og eldri húsum. Vit hava selt munandi fleiri ognir higartil í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør, sigur Kára á Dunga, stjóri í Betri Heimi.       

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo