Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Landsbankin: Bústaðarbyrðan, roknað við rentuni við árslok 2022, er mett at vera 43% í 2022 í Tórshavn, 30% í Klaksvík, 22% í Eysturoynni og 27% í miðal fyri alt landið í 2022. Hetta er ein hækking á 2%, men 6% í Tórshavn.

Meginparturin av skuldini hjá húsarhaldum, er vanliga bústaðarlánið. Betri Banki hevur roknað, hvussu stór bústaðarbyrðan er hjá føroyskum húskjum í ymsum økjum í Føroyum. Bústaðarbyrðan er parturin av tøku inntøkuni, sum eitt par við tveimum børnum undir 7 ár nýtur uppá at gjalda sítt bústaðarlán. Í mynd 1 sæst, at bústaðarbyrðan er størst í Havnini, og at hon í øllum landinum er økt síðani áleið 2015.

Bústaðarbyrðan hevur annars verið lækkandi frá umleið 2009 til 2015, ið millum annað kemur av, at inntøkurnar hjá húsarhaldum vuksu meðan renturnar lækkaðu. Í árunum 2015 til 2021 vóru renturnar framvegis lágar og inntøkurnar hjá húsarhaldunum vuksu sum vant, men sethúsaprísirnir hækka munandi í hesum tíðarskeiði, og tað økti um bústaðarbyrðuna. Í 2022 hækkaðu renturnar nógv, og tað økti uppaftur meira um bústaðarbyrðuna.

Bústaðarbyrðan var 37% í 2022 í Tórshavn, tá ið miðalrentan fyri árið 2022 var nýtt, men verður rentan við árslok 2022 nýtt ístaðin, er bústaðarbyrðan ístaðin 43% í Tórshavn í 2022. Allarhelst er hægra metingin av bústaðarbyrðuni fyri árið 2022 umboðandi fyri, hvussu bústaðarbyrðan verður í  2023. Bústaðarbyrðan, roknað við rentustøðinum við árslok 2022, er mett at vera 30% í Klaksvík, 22% í Eysturoynni og 27% í miðal fyri alt landið í 2022. 

Les meira í ársfrágreiðing Landsbankans um fíggjarligt støðufesti 2022. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo