Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Á felagsmyndini síggjast frá vinstru Benny, Jákup, Oben, Bjarni, Maria, Elsa, Jóhan Fredrik, Hans, Jóhannus, Gardar, Jákup, Høgni og Heðin

Tórshavnar kommuna: Í góða kavaveðrinum í gjáramorgunin fóru Undirhúsið og Yvirhúsið í Miðvági ein túr til Havnar at vitja Heðin Mortensen, borgarstjóra. Borgarstjórin tók ímóti gestunum í  móttøkuhúsunum hjá Tórshavnar kommunu, har hann greiddi frá søguni um húsið og hvat virksemið er í húsinum í dag.

Eftir vitjanina inni hjá borgarstjóranum, varð farið ein túr oman í Tilhaldið, har tey eldru í kommununi hittast gerandisdagar til ymiskt virksemi. Eirikur Suni Danielsen, dagligur leiðari í tilhaldinum tók í móti gestunum og vísti teimum runt í húsinum.

Nógv eldri vóru møtt í Tilhaldinum hendan dagin, har Hanus Joensen skipaði fyri felagssangi, og í kaffisteðginum varð boðið upp í fínustovu, har Eirikur Suni greiddi frá um virksemið í Tilhaldinum, og síðan var farið aftur at syngja felagssangir.

Undir- og Yvirhúsið í Miðvági høvdu bjóðað Bjarna Prior, borgarstjóra í Vága kommunu, við á túrin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo