Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg eri sera fegin um okkara bussleið, tað er okkurt fjálgt og festligt við henni, skulu vit siga ein Kardumummubýardámur?

Í bussinum eru vit øll eins, høgur og lágur og vit hittast í eygnahædd og møta fólki, sum vit annars ikki vildu møtt og har koma góð prát. Og bussleiðina eiga vit í felag og vit sleppa øll at brúka hana, so nógv vit vilja - ókeypis, tí vit hava longu goldið yvir skattin.

Bussleiðin hevur verið í støðugari menning í mong ár. Størsta frambrotið var kanska í 2008, tá ið tað gjørdist ókeypis at koyra við henni. Við tíðini hevur eydnast at betra rutuskipanirnar, sum røkka longri og longri út.

Størsta suksein er helst leið 1, sum í dag koyrir fýra ferðir um tíman og bindur Argir, høvuðsvegirnar í Havn og Hoyvík saman. Eisini eru aðrar leiðir, sum rigga væl, og sum skilst, arbeiðir kommunan og felagið, sum rekur bussleiðina, alla tíðina upp á at gera betringar. Og tað hevur eisini hepnast at velja bussar, sum hava stødd og skap, sum hóskar til umstøðurnar í býnum. Og eg kann ikki annað siga, enn at bussførararnir eru bæði fryntligir, fyrikomandi og hjálpsamir.

Sum heild haldi eg, at bussleiðin er í einari menning, sum gera at fleiri og fleiri velja møguleikan at nýta bussin sum flutningstól.

TAÐ ERU IKKI BARA SÓLSTRÁLUR, SKUGGAR ERU EISINI
Nú eru nevndar nakrar sólstrálur í sólskinssøguni, men sum spurnateknið í yvirskriftini ber boð um, eru eisini skuggar. M.a. at busssambandið til Kaldbak og onnur øki í útriðini er ikki so gott. Vit mugu klára at fáa fleiri túrar til hesi økini, og eisini skulu teir vera til tær tíðir, tá ið mest er brúk fyri teimum. Hetta ikki minst fyri, at børnini í útjaðaranum skulu fáa sama møguleika, sum onnur at fara til frítíðarítriv.

ÓTRYGGLEIKI Í BUSSINUM
Herfyri hendi eitt óhapp í einum bussi, har ein eldri kona kom til skaða. Sum skilst, fór bussurin fór at koyra, meðan konan var á veg aftureftir at finna sær sess. Brádliga bráðbremsar bussurin fyri einum barni, sum var á veg yvir um vegin. Tí betur vóru ambulansafólk av tilvild á staðnum og tey tóku sær væl av konuni.

Sum skilst, gekk rúm tíð, áðrenn konan frætti nakað frá býráðnum og bussfelagnum og tað er ikki í lagi. Tað eiga at vera fastar mannagongdir í slíkum førum, soleiðis at samband beinanvegin verður tikið upp við fólk, tá ið slíkt hendir. Men, sigast skal, at ein heilsan kom fram til konuna frá býráðnum saman við blómutyssi og umbering.

HVÍ HENDIR SLÍKT?
Um vit sooma út frá sjálvari hendingini og spyrja, hví tað hendir, at bussur fer at koyra, áðrenn eldri kona hevur sett seg niður.

Mest innlýsandi svarið er, at bussurin er afturút í tíðarætlanini og bussførarin hevur skund at vinna tíð inn aftur. Og, sum kunnugt, tá ið talan er um skund, henda mistøk.

Sum skilst, er hetta ikki ein einstøk hending, men nakað sum hendir ofta og er vanligt Tað siga m.a. fleiri á facebook og eisini fleiri, sum eg havi tosað við annars. Hetta eru serliga eldri fólk, sum kenna seg sera ótrygg av at bussurin fer avstað og tey hava ikki fingið tíð at seta seg niður - og tað minkar um hugin at nýta bussin.

Spurningurin er so, hvat vit kunnu gera við hetta. Eru tað tíðarætlanirnar, sum eru ov strammar, so eiga vit at gera okkurt við tað.

Eg havi tosað við bussførarar og teir siga, at tað ber væl til at halda tíðarætlanirnar um ongar forðingar eru. Men, tað er ongin dagur uttan forðingar í ferðsluni og tí gongur tíðin ofta undan.

Eitt, sum bussførarar siga, seinkar bussarnar nógv, er at fólk standa ikki klár, tá ið bussurin kemur. Tey stara niður í fartelefonina og ikki fyrr enn bussurin er steðgaður, rassast tey. Soleiðis kunnu 5-10 sekund eyka ganga í hvørjum busssteðgistaði. 5-10 sekund ljóðar ikki av nógvum, men við tað, at tað eru upp í 60 steðgistøð á eini leið, kann bussurin á einum túri bara av hesum verða seinkaður 5 til 10 minuttir.

Hjálpt kundi verið upp á støðuna við upplýsingarátaki, t.d. lýsingum, faldara ella filmi, at fáa tey, sum nýta bussarnar, at broyta atferðina, soleiðis at tey standa klár, tá ið bussurin kemur. Eisini eigur at verða tikið við at vísa á, at vit eiga at lova teimum, sum eru í bussinum út fyrst, áðrenn vit sjálvi stíga inn - og sjálvsagt eisini at fólk geva plássið frá sær til eldri fólk ella fólki við niðursettum kropsligum førleika. Í myrku tíðini hjálpir eisini at fólk hava endurskin uppi á sær, tí tá síggja bussførararnir tey munandi betur.

HVÍLITÍÐIR OG ARBEIÐSUMSTØÐURNAR HJÁ BUSSFØRARUNUM
Ein fyritreyt fyri tryggari busskoyring er, at bussførarar hava bestu arbeiðsumstøður. Eitt er, at bussarnir skulu vera góðir og vegaumhvørvið skal vera gott. Men bussførarar skulu eisini vera væl fyri, tá ið teir skulu handfara truplar støður í ferðsluni millum bilar, lastbilar, fólk til gongu, rennandi børn, eldri við niðursettum førleika o.s.fr. Í myrkri, regni og ringum sýni er avbjóðingin enn størri.

Her er tað umráðandi, at ov nógv ikki verður lagt á bussførararnar og at teir fáa ta hvíld, sum teir skulu hava. Í EU og í grannalondum okkara eru hvílutíðir fyri bilførarar tryggjaðar við lóg og í Ferðslutrygdarætlanini, sum Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur staðið á odda fyri, verður mælt til at seta slíka lóg í verk í Føroyum. Eg vóni, at tað fer at henda skjótt og at býráðið er viðspælarari í hesum.

EL-BUSSAR OG GRØNA UMSKIFTIÐ
Tá ið bussarnir, vegna aldur, skuldu skiftast út fyri 2-3 árum síðani, valdi verandi samgonga: Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og tey 4 í Kommunulistanum at keypa einar 16 dieselbussar - tíverri vóru tey ikki komin nóg langt í høvdinum í mun til grøna umskiftið. Tíbetur bar til við trýsti ymsastaðni frá at fáa tey at keypa, um ikki annað, tveir elbusssar. Hesir hava nú koyrt í skjótt 1½ ár við góðum úrslitið. Men sjálvsagt skulu allir bussarnir verða eldrivnir sum skjótast.

Fái eg møguleikan vil eg arbeiða fyri at geva bussleiðini bestu umstøður!

Jón Kragesteen,
valevni fyri Tjóðveldi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo