Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsbankin: Búskaparráðið leggur týsdagin 16. januar 2024 sína temafrágreiðing um fíggjarpolitiska haldførið fram. Framløgan verður í Smæruni í Havn klokkan 13.00. Framløgan verður eisini stroymd og leinkjan verður løgd út á heimasíðuna hjá landsbankanum.

Búskaparráðið hevur til uppgávu at fylgja við búskaparligum viðurskiftum í landinum, og at koma við óheftari búskaparligari ráðgeving og frágreiðingum um búskaparligu gongdina.

Búskaparráðið ger tvær kjonjunkturfrágreiðingar um árið og kann harumframt gera temafrágreiðingar.

Limir í Búskaparráðnum eru:

Fróði Magnussen, cand.merc., formaður
Jan Otto Holm, cand.merc. innan fígging og roknskap
Sanna Laksá, PhD í búskaparfrøði
Helena Andreasen, cand. merc.aud
Johnny í Grótinum, cand. polit.

Skrivarauppgávan hjá Búskaparráðnum er við løgtingslóg løgd til Landsbanka Føroya.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo