Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hans Ellefsen, leiðari á búskaparfrøðideildini á Fróðskaparsetrinum, hevur funnist at Fróða Magnussen, formanni í nevnd Landsbankans, sum ávarar ímóti at taka burtur av tilfeingisávøxtrinum, ið eitt nú Bakkafrost betalir út til sínar partaeigarar - mest uttanlands.

Formaðurin í nevnd Landsbankans, Fróði Magnussen, heldur kortini uppá, at vit skulu ikki miða eftir at fáa tilfeingisávøxturin í hendurnar á fólkinum, men at vit skulu fara í kapping við Skottland og onnur lond um at geva fyritøkum í aling so lagaligar treytir sum til ber, so at vit lokka tær til Føroya at virka.

Ætlanin er nokk ikki at fáa aðrar fyritøkur til Føroya at ala, tí her er valla pláss fyri fleiri. Ætlanin er heldur at tær fyritøkurnar sum longu ala á føroyskum firðum, skulu varðveita sum mest av natúrliga ávøxtrinum, tí at tær hótta við at fara aðrastaðir at ala laks á sjónum. So ótrúligt tað enn ljóðar so tekur formaðurin í nevnd Landsbankans framm eitt skriv, sum beinleiðis lýsir skattalættan sum eitt ávíst politiskt skattaátak fær fyri dóttirfelagið hjá Bakkafrosti í Skotlandi. Tað brúkar hann til at kynda undir óttan um at fyritøkurnar fara heldur at gera íløgur aðrastaðir.

Hann lýsir hetta sum átøk, ”sum skotar gera, fyri at fáa íløgur . . . ”, og hann ávarar um hetta ”sum ítøkiligt dømi um lokkan við lægri avgjøldum úr Skottlandi”, tí har er ”ynski um hægri búskaparvøxtur, fleiri arbeiðspláss og hægri vælferð, og amboðið skotar brúka í kappingini við onnur um at fáa íløgur er t.d. møguleikin fyri skattligum avskrivingum . . .”

Ólukkan er bara tann, at hendan søgan hjá honum er ikki bein.

Umrødda skattapolitiska átak sá dagsins ljós í London og ikki á skotskari jørð, sum Fróði letst at vita. Bretska stjórnin royndi í 2021 - eins og stjórnirnar í so nógvum øðrum av heimsins londum – at fáa ferð á vinnuliga virksemið, sum mest sum var steðgað upp eftir búskaparligu árinini av Covid-19 smittuni og av strongu heilsuátøkunum undir farsóttini. Átøkini eru í UK bert ætlað at hava virknað frá 2021 til 2023, og eru ikki á nakran hátt tekin um hasi edlu málini hjá ”skotum”, sum Fróði Magnussen ber framm. Haraftrat eru hetta átøk, sum í stóran mun líkjast teimum, sum vórðu galdandi í nógvum av heimsins londum um hetta mundi, vegna farsóttina og onki petti annað.

Tveir spurningar standast av hesum.

Hin fyrri er: hví fer formaðurin í Landsbankanum so langt av gongdum leiðum, at hann rangførir uppruna og endamál við einum skattaátaki, sum kemur Bakkafrosti til góða í Skotlandi?

Hin seinni spurningurin er meira av búskaparfrøðiligum slagi, tí Fróði Magnussen vil hava lesaran at trúgva, at okkurt samband er millum at økja tilfeingisavgjøld á Bakkafrost og so samfelagsliga møguleikan fyri búskaparvøxtri, arbeiðsplássum og hægri vælferð. Hevði Fróði Magnussen verið búskaparfrøðingur, hevði hann vitað at einki eintáttað samband er millum at taka tilfeingisávøxturin úr eini vinnu, og hinumegin búskaparvøxturin, talið av arbeiðsplássum og hægri vælferð. Eitt nú er Noreg tað landið í heminum, sum tekur eina mest av tilfeingisávøxtrinum í skatti frá oljuvinnuni, og er samstundis tað landið sum saman um tikið hevur fingið mest burtur úr sum frá er liðið.

Kapping um studning
Nevndarformaðurin í Landsbankanum rør fram undir at Føroyar skulu leggja sín búskaparliga politikk, alt eftir hvørjir studningar eru galdandi í øðrum londum. Hetta er eitt sjónarmið, sum arbeiðsgevarafeløg og fyritøkur við beinleiðis áhuga í studningi, áður hava hildið fram.

Tá illa stóð til á skipasmiðjuni í Havn, varð sipað til studningin til skipasmíð í Spania, fyri at varðveita og at økja um studningin til skipasmíð. Tá flakavirkini sóðu føroysku tímalønina vaxa í takt við øktu eftirspurnina eftir arbeiðskraft, vildu tey hava studning til framleiðsluna, tí at annars fór virksemið at flyta til Póllands ella Kina. Landbúnaðurin skal hava studning, tí tað fáa tey í ES, Noreg og í Íslandi.

Um Føroyar skulu gjalda studning til úrvaldar fyritøkur, so skal onkur annar gjalda tann skattin, sum studningurin kostar tí almenna. Vert er at minna á at í løtuni verður latin studningur (beinur og umvegis) um leið tvær miljardir í virði til bara fiskiveiði og aling (sambært útrokningum hjá Búskaparráðnum).

Hvussu skal tað økja vælferðina og skapa arbeiðspláss og vøxtur?

Tá tú stuðlar vinnur, tí at tær ikki megna at gjalda ta løn ella kapitalkostnað, sum aðrar fyritøkur vilja gjalda – hvussu skal tað skapa vøxtur og vælferð? At halda fast um framleiðslu, sum ikki ber seg í kappingini um arbeiðskraftina og íløgurnar í landinum, tað er ikki gongd leið í stremban eftir vøxtri og vælferð. Tá tey pengasterku ikki vilja váða egnar pengar í vinnuni, er ikki ráðiligt at stuðla virksemið.

Men vit eru helst øll samd um at hetta er ikki støðan við alivinnuni. Útlendsku partaeigararnir flokkast um troðið, tí virksemið kastar øgiligt av sær. Ikki bara í ovara enda av vanligum profitti, men heldur hundraðtals miljónir um ári í ávøxtri úr føroyskari náttúru, sum Løgtingið letur liggja eftir í kassanum hjá Bakkafrosti og hinum alarunum. Hetta er umvegis studningur, og onki petti annað.

Hendan studning betalir føroyski skattgjaldarin í løtuni, mest niður í lummarnar hjá útlendskum partaeigarum, og alment úrvalda liðinum av føroyskum eigarum í alivinnuni.

Hvussu elvir tað vælferð hjá føroysku borgarunum, at gjalda hundraðtals miljónir meira í skatti, enn neyðugt er? Sjálvsagt ber tað ikki til.

Fyritøkur brúka altíð alla ta makt, tær eiga, til at kradda sær fyrimunir frá politisku maktini, um hon er passaliga tykkin og lættliga letur seg tøla. Í Føroyum hava ríkastu kvotugreivarnir og alikongarnir ikki bara umvegis makt við skiftivís hóttanum um at flyta av landinum og gyltum lyftum um arbeiðspláss. Tey hava eisini beinleiðis árin á politikarar, nevndir og ráð, sum tey antin manna sjálvi, ella tey verða umboðað av handgingnum vinum.

Rótfest fámannaræði
Hvagar eru Føroyar komnar tá formaðurin í nevnd Landsbankans virkar sum boðsveinur hjá dýrastu drottunum í kraddiríku alivinnuni? Jú tær eru komin hagar til, at politiska maktin hjá evstu ríkiskroppunum nú røkkur til at seta nevndir og ráð, sum áður vóru undir fullum ræði hjá fólkaræðisligu skipanini.

Tær eru komnar har til at tíðindasmiðir, nevndir og ráð, fíggjarstovnar, og enntá almennir myndugleikar meira ella minni beinleiðis eru undir árini av tí, sum tráað verður eftir á einum trimum ella fýra stjóraskrivstovum.

Og Føroyar eru eisini komnar hagar, at tað fer at loysa seg best hjá einstaka politikaranum og embætisfólkinum, at halda seg væl í øgn við ráðandi pengamaktina.

Tá einstakir vinnurekandi bólkar fáa so trivaligt gávugóðs frá tí almenna, at teir leggja seg á mestsum alt vinnuligt virksemi í landinum, tá kasta teir eisini saman um at rótfesta sær haldið á politisku maktini.

Hagar eru Føroyar komnar.

Hava alifyritøkurnar ráð at gjalda fyri rættindini?
Aling er tilfeingisvinna, sum verður rikin á avmarkaðum loyvum. Avmarkaðu loyvini hava risastórt virði, nettupp tí at tey umboða avmarkaða tilfeingið at reka vinnu á – sonevndu aliøkini, sum eru hóskandi stór og produktiv fjarðarumhvørvi til aling. Føroyar eru lítið land við hóskandi firðum, og tí hava teir risastórt virði – so stórt at altjóða kapitalur kappast um at keypa sær part í risastóra avlopinum av rakstrinum.

Miljardirnar í avlopum standast ikki av vanligum vinnusnildi ella produktiviteti í íløgunum. Risastóru avlopini standast fyrst og fremst av tí tilfeingisávøxturi sum elist í náttúruni sjálvari – í hóskiliga sjónum, botni og umhvørvi annars, sum veitir fyritøkunum valafortreytir til famleiðslu. Allur tann ávøxtur av aling, sum er omanfyri miðal ávøxurtin í øðrum vinnugreinum, er at rokna sum tilfeingisávøxtur, og ikki sum ávøxtur av vinnuliga virkseminum.

Kapitaleigarar eru nøgdir við allan ávøxtur, sum er í minsta lagi ájavnt frægasta alternativið. Ávøxturin avkapitali í uppsjóvarfiskiveiði og aling er fleiri ferðir ávøxturin í øðrum virksemi, tí umframt ávøxturin av kapitali og arbeiði, kradda tey til sín ávøxturin av tilfeinginum. Uttan tann ávøxturin var íløgan í uppsjóvarveiði og aling valla meira enn í øðrum vinnum sum bygging, flutningi ella handli.

Hóast Løgtingið hevði megnað at fingið allan tilfeingisávøxturin burtur úr aling og uppsjóvarfiskiveiði í landskassan, so var framvegis vanligt hampa avlop í vinnunum báðum – ájavnt við frægastu alternativini.

Í roynd og veru er helst torført at fáa allan tilfeingisávøxturin í hendur borgaranna, men hepnasta úrslitið fyri samfelagið sum heild er tí, at sum mest av tilfeingisávøxrinum kemur borgarum landsins í hendi, heldur enn í hendurnar á útlendskum og føroyskum ríkiskroppum.

Sum støðan er, endar meginparturin av pengunum uttanlands, antin beinleiðis ella umvegis tá úrvaldu føroysku eigararnir seta pengarnar uttanlands at geva ávøxtur. Kemur hetta virði harafturímóti í hendurnar á vanliga borgaranum, kemur tað til gagns sum nýtsla og sparing hjá øllum somlum.

Hermann Oskarsson

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo