- Tað veit den, tað er minni enn ein mánaður síðani eg fór úr Føroyum, og eg leingist so illa heim. Ja, Føroyar og føroyingar eru veruliga nakað heilt serligt.
- Eg var so heppin at blíva spurd, um eg kundi koma heim í eitt langt vikuskifti í september. OHH YES! Sjálvandi kann eg tað!
Soleiðis skrivar Vígdis Fjallstein Christiansen, sum er songkvinna, bloggari, mótaáhugað og mangt annað.
Bloggina kallar hon Sukursøtt, og har skrivar hon millum annað, at hon kemur til vinnukvøld 18. september í Sunda kommunu.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo