Ein hin virðismesti eginleikin hjá einum leiðara er at savna evnaríkar starvsfelagar um seg
- Norman A. Augustine

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Brúkaraumboðið: Brúkaraumboðið hevur givið Burn Fitness átalu og ávaring fyri væntandi kunning til limirnar, tá mánaðarliga limagjaldið varð hækkað fyrr í ár.

Brúkaraumboðið fekk fráboðan frá nøkrum borgarum um væntandi kunningina. Ein borgari skrivar soleiðis:
Eg havi hald hjá Burn í miðbýnum. Eg eri lesandi og tískil havi eg goldið 279,00kr hvønn mánað síðan eg byrjaði at venja í desember 2021. Brádliga uttan ávaring ella nakað tekur Burn 309,00kr um mðr. Henda broyting hendi frá mai til juni í ár. Føli meg sera snýtta, tí talan er altso um 30,00kr meira um mánaðan, og tað følist nógv tá mann ikki eingongd verður spurdur um tað er í lagið.

Burn Fitness hevur víst á, at í sambandi við munandi hækkað útreiðslustøði, varð neyðugt at hækka prísin á limahaldunum, galdandi frá 1. juni 2023. Príshækkingin umfatar øll limahald, uttan trý sløg. Prísurin er hækkaður við ávíkavist kr. 20,- ella kr. 30,- um mánaðin, alt eftir hvat limahald talan er um.

Burn Fitness vísur á, at kunnandi teldupostar vóru sendir út tann 10. mai 2023, umvegis bókingarskipanina hjá felagnum. Men av onkrari orsøk er ein partur av teldupostunum ikki komin fram fyrr enn 21. mai og ein annar partur er als ikki komin fram til limirnar, sum vórðu raktir av príshækkingunum.

Niðurstøða
Í fyrstu atløgu vil Brúkaraumboðið vísa á, at hóast allir limirnir høvdu fingið teldupostin 10. mai 2023, so metir Brúkaraumboðið at henda kunningin hevði komið ov seint óansæð.

Tað er umráðandi at boðað verður frá broytingum í rímiligari tíð, soleiðis at viðskiftafólk hava møguleika at slíta avtaluna, áðrenn broytingin verður framd. Í viðskiftatreytunum hjá Burn Fitness stendur, at um limir ynskja at slíta haldið, skulu teir boða frá áðrenn tann 15. í mánaðinum fyri.

Brúkararumboðið metir, at tað er ov stutt tíð, tá limirnir bert fáa 4-5 dagar at umráða seg í, og heldur at kunningin eigur at verða limunum í hendi minst 14 dagar áðrenn seinastu uppsagnarfreist.

Í aðru atløgu skal vísast á, at tað er Burn Fitness, sum hevur ábyrgdina av at tryggja, at skipanin virkar, soleiðis at kunningin kemur út til limirnar, tá teldupostarnir verða sendir. Burn Fitness hevur upplýst, at felagið hevur sent teldupost til áleið 1.100 limir. Tað er ivasamt hvussu nógvir limir hava fingið teldupostin ávikavist 10. mai og 21. mai. Tað er eisini ivasamt hvussu nógvir limir als ikki hava fingið kunning.

Brúkaraumboðið metir tí, at Burn Fitness hevur framt brot á góðan marknaðarføringssið, sambært § 1 í marknaðarføringslógini. Harumframt er brot eisini framt á  § 82, stk. 1 í gjaldslógini, tí at limirnir, sum onga kunning fingu áðrenn freistina 15. mai, hava ikki givið samtykki til, at broytta upphæddin kann flytast av kontuni.

Brúkaraumboðið hevur givið felagnum eina átalu og eina ávaring fyri brotini, og heitir á Burn Fitness, at tryggja, at marknaðarføringslógin og gjaldslógin verða hildnar framyvir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo