Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Jógvan Fríðriksson, bispur, hevur í Vágaportalinum í dag sín 7-daga tekst kring kristnu trúnna. Ofta áhugaverdur tekstur, men verri enn so at tað altíð er skil í boðskapinum.

Men í dag bar heilt av hjá Jógvan Fríðriksson, bispi. Frá umrøðu um nýtslu av symbolum, myndum o.t. í socialum miðlum til frásøgn Jóhannes evengelisti um sjúka sonin hjá kongsmannin í Kapernaum, og til Kána har Jesus gjørdi vatn um til vín, førkar Jógvan seg til boðskapin, at kristna kirkjan eigur at fara væl um lívið hjá medmenniskjum okkara og ansa eftir ”móður jørð”. Sum Jógvan skrivar, og er púra rætt: ”Vit mega ikki darva ella dálka, skemma ella oyða tað lív, ið Gud hevur skapað upphavsins morgun”. Víðari skrivar Jógvan: ”Vit mega taka ábyrgd av jørðini, havinum og luftini, so umhvørvið er reint og kann verða lívsgrundarlagið hjá óføddum ættum. Vit mega steðga óskynsamari atferð, ið hóttir lívið og avmarkar umstøður lívsins. Vit mega ikki dálka havið, eitra luftina ella útnytta jørðina uttan fyrilit.”

Alt hetta er greiður boðskapur, ið eingin kann seta seg upp ímóti. Jógvan umrøður fund í Reykjavík í farnu viku kring umhvørvismál í Arktiska økinum og okkara ábyrgd, at komandi ættarlið hava eitt liviligt og burðardygt lívsgrundarlag. Og rætt er at sjógvurin er grundarlagið hjá Føroyum......og so er alt sagt.

At Jógvan síðan skrivar, at ”Vit mega ansa eftir og stríðast fyri, at havið framhaldandi er lívfrøðiliga burðardygt”, er burtur ur vón og viti.

Orðið ”burðardygd” sigur púrt einki uttan at verða satt upp til hvørji evnini eru tosað verður um. Orðið ”burðardygd” hevur sín uppruna frá ST-ráðstevnuni í Rio De Janeiro í 1992 har trí megin evni vóru á breddanum og til samtyktar. 1) ”Sustainable development”, ið merkir burðardygg menning. 2) ”Biological diversity”...lívfrøðiliga margfeldni, og 3) Climate change...veðurlagsbroytingar. Sáttmálarnir til burðardygga menning og tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni vóru samtyktir, meðan tað tók nógv ár at fáa heimsins lond at koma ásamt eina felags ætlan at minka um útlát av veðurlagsgassum.

Burðardygd / burardygg menning merkir at trí megin evni skulu verða gingin á møti fyri at lúka kravið til frámerkið at eitt ávist viksemið er burðardygt. Hesi evni eru: búskapurin, náttúran og umhvørvið, og sociali parturin. Sera gott dømi her hjá okkum har kravið til burðardygd IKKI er gingið á møti er innan alivinnuna, ið vinnan sjálv annars promoverar at vera so einastandandi burðardygg. Búskaparligi parturin er gingin á møti, meðan náttúran og umhvørvið er fyri álvarsomum bakkasti, og sociali / mentanarligi parturin á sama hátt er álvarsamt niðurlagaður.

Sjógvurin ella høvini kunnu ikki í sjálvum sær vera burðardygg. Eingi búskaparlig áhugamál eru hjá toski, hýsu, hvali ella springara, og neyvan hugsa hesi havsins djór um tey dálkað teirra umhvørvið ella ikki. Teirra socialu viðurskifti skal eg ikki siga nógv um, men har er meginreglan nokk hvør av øðrum liva má.
Og tað er just her Jógvan Fríðriksson dettur niður millum. Fyri okkara sjóumhvørvið og høvini er tað ST-sáttmálin til tryggjan av lívfrøðiliga margfeldni, ið ger seg galdandi, og ikki sáttmálin um burðardygga menning, eisini nevndur Agenda 21-sáttmálin.

Eru samfelagsins átøk, vinnugreinar, ikki skipaðar og lúka øll trí burðardyggu krøvunum, hevur tað neiligt árin á sjóumhvørvið og lívfrøðiliga margfeldni, og við tí eisini lívsgrundarlagið hjá landsins íbúgvum. Á sama hátt eru neilig árin frá veðurlaggassum ein álvarsom hóttan á alt livandi. Bæði á sjógvi og landi.

Mær hóvar sera illa at bispur er farin upp í kórið við sanginum "burðardygd" og har orðið "menning" ikki er við í niðurlagnum. Hann hevur, kanska av ósketni og uttan at hugsa nærri um tað, gjørt seg til part av sonevnda "Greenwashing".....at vaska skitin, dálkandi, eitrandi átøk og niðurlagan av havsins lívfrøðiliga MARGFELDNI til eina grøna og ”burðardygga” mynd..eina facadu har tað av øllum alvi verður roynt at skøva útyvir, skjúla og gera eina snøgga og jaliga mynd av oyðingarverkinum mikla...við eittans endamálinum: at savna mammons deyðu lutir undir sær.

Her kundi bispur hóskandi víst til ávaringina í Aðru Mósebók 32: 1-29, um dansin um gállkálvin.

Jógvan Fríðriksson er væl orðaður, men tykist mær at blanda tveir lesi-/tulkingarhættir, tá granskað verður í halgiritum: "exegesis", sum er at lesa burtur úr tekstinum, og "eisigesis", sum er at lesa egnar, subjektivar meiningar, fordómar, o.s.fr., inn í tekstin.....hetta seinna ger bispur ofta.

Yvirhøvur roynir fólkakirkjan (eins og samkomurnar) at vevja samfelagsspurningar, politikk, moral, o.s.fr., inn í neyðars Bíbliu - og úrslitið gerst fullkomiliga burtur úr vón og viti, just sum við tekstinum hjá bispi í dag.

Kári Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo