Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landstýrið ætlar at gera alt fyri at fáa orduliga gongd á ferðavinnu!

Vit eru mong íð halda at henda vinna longu er vorðin ríkiliga stór!

Gomul siðvenja skal ofrast!

Lógarásetingin frá Seyðabrævinum frá ár 1298,  726 ár síðani, sum hevur yvirlivað í øllum lógarverki síðani skal nú sleppast.

Og vit fáa fleiri ymiskar ognarrættir!

Eg eri uppvaksin í bóndabygdini Kalbak. Har vóru sjey bøndur, sum áttu næstan alla bygdina, tó ikki innlagdu traðirnar og grundstykkir.

Ongin í bygdini ivaðist í at bøndurnir áttu jørð sína, og enn og minni bøndurnir sjálvir.

Seinni gjørdist eg bóndi í Hoyvík og kom ófantaliga at kenna at ein bóndi als onki ræði hevur á "síni jørð."

Bøndurnir eru seinastu fæloysingar í landinum og liva í eini leivd av feudala samfelagnum sum fór í søguna í Danmark frá 1770 og til 1850.

Men ikki her, tí at donslu embætismenninir ikki vildu missa vald!

Síðani hava vit fingið føroyska umsiting, men okkara egnu embætismenn eru helst verri enn teir donsku!

Bøndur tora ikki at tala ímóti tí teir hava av óg á brúk fyri onkrari smásømd frá "Harramanninum" sum í dag er Búnaðarstovan.

Nú ætlar Landsstýrið at skera alt um ein kamb!

Festijørð og óðal.           

Festijørðin er upprunaliga stolin frá óðalsbóndum men myndugleikar okkara vilja ikki sleppa kvørkratakinum og lata bóndunum jørðina aftur.

Og nú siga teir seg hava "yvirognarrætt" á allari uttangarðsjørð!

Vit skullu lata jørðina upp í hendurnar á ferðavinnuni!

Jørðin skal kunna tøssast til runudíkir har harðast leikar á!

Hetta er ov langt úti og alt for stuttskygt.

Men nýggja frælsi fyri ferðafólk røkkur ikki alt tað hugsast kann!

Hví er tað ikki galdandi fyri ta jørð í Tórshavn og aðrastaðni sum ikki er farin av oyðslubygging?

Og hví er hetta "nýggja frælsi" hjá ferðafólki ikki galdandi fyri grundstykkir hjá fólki?

Eitt nú grundstykkini hjá Høgna Hoydal og Jógvan Páll Lassen? Tey hava sannilga virði sum føgur útsýnispláss!

Hví skullu vit hava fleiri sløg av ognarrætti?

Eitt slag fyri festi- og ognarjørð og annað slag fyri eitt nú polittikkarar og advokatar!

Er tað rættvíst?

Eg havi biðið Høgna Hoydal um at lata vera við at leggja uppskotið um"BURÐARDYGGA FERÐAVINNU"fram á Ting.

Hann hevur ikki svarað enn.

Eg skrivaði undir sum "Heimleysur loysingarmaður."

Hanus Vang

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo