Vinnuhúsið: Føroya Bjór varð stovnað í Klaksvík í 1888 av vinnulívsmanninum Símun í Vági. Føroya Bjór telist sostatt millum elstu fyritøkurnar í landinum og er eisini eitt av elstu bryggjaríunum í norðurlondum. Føroya Bjór er tó ikki bara bryggjarí. Føroya Bjór hevur eisini sølubúðir og heilsølu, sum selja egna framleiðslu av sodavatni, øli, Akvavitt, Whisky, Gin og Jólasnapsi í heimsflokki kring alt landið og til útflutning.
Í dag verður Føroya Bjór stjórna av triðja og fjórða ættarliði eftir Símun í Vági. Einar Waag er stjóri og dóttirin, Annika Waag, er virkis- og góðskuleiðari. Tað starvast 40 starvsfólk í deildunum hjá Føroya Bjór í Klaksvík, Leirvík, Havn, Hoyvík og á Tvøroyri.
Burðardygd hevur hægstu raðfesting
- Føroya bjór ger áhaldandi íløgur fyri at menna virksemið í fyritøkuni, og burðardygd er millum fremstu raðfestingarnar á kravslistanum, tá ið vit fyrireika nýggjar íløgur, sigur Einar Waag.
Nýtt framkomið anlegg minkar munandi um CO2-útlátið
- Nýggjasta íløgan á burðardyggu kósini er eitt spildurnýtt og framkomið anlegg, sum ger tað møguligt at endurnýta CO2 frá øl framleiðsluni til sodavatnsframleiðslu. Framyvir fer nærum einki CO2 frá øl framleiðsluni út í atmosferuna. Hetta verður nærum alt endurvunnið og brúkt til sodavatnsframleiðsluna. Henda íløgan minkar ikki bara um CO2 útlátið við at endurvinna CO2 frá ølframleiðsluni. Nú sleppa við eisini undan CO2 útlátinum av at innflyta CO2 til sodavatnsframleiðsluna, sigur Einar Waag.
Burðardyggar íløgur eru alla tíðina á tekniborðinum
- Í løtuni kanna vit møguleikarnar fyri at skifta dampketlarnar til øl og whiskey framleiðsluna út til eldrivnar dampketlar. Hetta verður vónandi næsta stóra íløgan hjá Føroya Bjór á burðardyggu leiðini, men streymveitingin frá SEV kann vera ein avbjóðing, sum má loysast, áðrenn vit kunnu fremja hesa íløguna, sigur Einar Waag.
- Annars arbeiða vit áhaldandi við at menna loysnir til at gagnnýta avlopshita, og allar íløgur í maskinur, amboð og onnur rakstrargøgn fylgja grøna profilinum hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag.
Burðardygd er meira enn eitt mótafyribrigdi
- Tað er ikki fyri at fylgja mótanum, at Føroya Bjór ger stórar íløgur í burðardyggar loysnir. Burðdardygd hevur altíð verið ein partur av menningini av virkseminum hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag.
- Føroya Bjór hevur í meira enn 100 ár framleitt og selt øl og sodavatn í fløskum til føroyska nærumhvørvið. Tómu fløskurnar hava vit síðan heinta innaftur til endurnýtslu, har vit hava vaska og fylt á aftur somu fløskurnar, so leingi, tær hava hildið til tað. Eftir at plastfløskurnar komu á marknaðin, keyptu vit maskinu til at framleiða plastfløskur. Við hesi íløguni tók fyritøkan atlit at umhvørvinum, tí nú varð ikki neyðugt at innflyta tómar plastfløskur úr øðrum londum, sigur Einar Waag.
Stutt Flutt hugtakið er ein sentralur partur av gerandisdegnum hjá Føroya Bjór
- Stutt Flutt hevur tí verið ein partur av gerandisdegnum hjá Føroya Bjór, langt áðrenn Stutt Flutt hugtakið varð uppfunnið. Vit framleiða og selja til nærumhvørvið. Síðan heinta vit tómu íløtuni innaftur til endurnýtslu og endurvinning. Hetta er Stutt Flutt, soleiðis sum eg skilji Stutt Flutt hugtakið, og við nýggjastu íløguni, har vit endurnýta CO2 frá øl framleiðsluni til sodavatnsframleiðslu, og harvið sleppa undan at innflyta CO2 til sodavatnsframleiðsluna, hava vit tikið eitt enn størri fet til frama fyri stuttflutningin, sigur Einar Waag.
Burðardygd snýr seg ikki bara um tað grøna
- Burðardygd snýr seg um meira enn tann grøna profilin. Burðardygd snýr seg, sambært heimsmálunum hjá ST, eisini um at vísa samfelagssinni og at taka samfelagsábyrgd. At vísa samfelagssinni og at taka samfelagsábyrgd liggur í arvastronginum og hevur altíð verið partur av sálini hjá Føroya Bjór, sigur Einar Waag.
Gott 10 ár eftir, at Símun í Vági stovnaði Føroya Bjór, var hann við til at stovna Føroya Fólkaháskúla í 1899, og síðan tá hevur Føroya Bjór verið ein virkin og sjónligur samfelagsviðspælari. Fyritøkan stuðlar støðugt góðum átøkum, tað verið seg samfelagsligum, vinnuligum, umhvørvisligum og ítróttarligum átøkum.
Føroya Bjór hevur harumframt lagt nógvar pengar eftir seg í skattum og gjøldum til at fíggja raksturin og menningina av føroyska vælferðarsamfelagnum, hesi 134 árini, síðan Føroya Bjór byrjaði sítt virksemið í 1888, sigur Einar Waag at enda.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo