Í Laplandi búði ein lítil genta saman við mammuni, ið var einkja. Móðir og dóttir vóru altíð saman og funnu frægd í samtaluni. Tær tosaðu javnan um andalig viðurskifti, um Guð og hansara umsorgan.
Tær búðu í einum tjaldi langt inni í oyðimørkini. Dagarnir gingu, og alt gekk væl, inntil mamman brádliga gjørdist álvarsliga sjúk. Mamman segði fimm ára gomlu dóttur síni frá álvarsomu støðuni, gav henni góð ráð og bað hana minnast til at biðja til Guðs.
Sama dagin tá ið sólin um midnáttina sást reyð á teim høgu fjøllunum, tók mamman í hondina á lítlu dóttur síni: “Søta mín, nú má eg fara frá tær, men vit møtast aftur heima hjá Guði.” Løtu seinri sovnaði mamman inn í ævinleikan.
Nakrir grannar tóku sær av smágentuni og skipaðu jarðarferðina hjá mammuni. Tá ið sólin stóð lágt fyri norðan, og friður var í leguni, tók gentan eina avgerð. Hon vildi fara til mammu sína. Hon samlaði sínar pjøkar í ein lítlan posa og fór stillisliga út úr tjaldinum.
Meðan fólk og kríatúr svóvu, fór hon til gongu út í oyðimørkina. Hon visti, at ein jarnbreyt lá framvið sjónum, har reindjórini hildu til. Hon setti sær sum mál at koma til jarnbreytina.
Ógvuliga troytt, ja útmødd, kom hon um middagsleitið næsta dagin til jarnbreytina. Nú stóð hon og bíðaði eftir tokinum. Endiliga sást tað langt burturi. Hin nýliga falni kavin varð fýstur upp í luftina av ferðini, nú tokið kom oman frá Abisco.
Mundi tokførarin fara at fáa eyga á hana? Mundi tokið fara at steðga? Í aðrari hondini hevði gentan ein lítlan pjøka, og við hinari veittraði hon alspent. Hon hoyrdi hvinið frá bremsunum. Spakuliga minkaði ferðin, og tokið steðgaði, har hon stóð.
Ein hurð varð latin upp, og verkstjórin hjálpti henni upp í tokið. So fór hurðin aftur, og tað skjóttgangandi tokið var ávegis til Stockhólm.
Vinarligur á málinum spurdi verkstjórin, um hon hevði ein ferðaseðil. Gentan risti við høvdinum og svaraði, at ferðaseðil hevði hon ongan.
“Hvagar skalt tú einsamøll” – spurdi hann. Hin lítla gentan hugdi við spyrjandi eygum. Hennara bláu eygu vóru næstan fjald av gráti.
Eftir eina lítla løtu svaraði hon:
“Mamma er farin heim til Guð, og nú fari eg heim til hennara! Er hetta ikki hitt stóra tokið til himmalin?”
Tað gjørdist tøgn í vogninum. Maðurin orkaði ikki at svara, – nøkur tár runnu eftir andliti hansara.
Hin lítla gentan breyt tøgnina og spurdi altrá:
“Kann eg fáa loyvi at koyra við tokinum? Mamma hevur so mangan sagt mær um tokið til himmalin, har øll kunnu ferðast ókeypis.”
Tá ið verkstjórin ikki svaraði við tað sama, spurdi gentan:
“Eiga tygum nøkur børn?”
Verkstjórin kíndi henni gjøgnum hárið og svaraði rørdur á málinum:
“Jú, søta mín, tú ert vælkomin at koyra við okkum. Einaferð átti eg eina lítla gentu, men nú er hon heima hjá Guði.”
“Íðan, so skal eg heilsa henni frá tær, tá ið eg komi upp hagar”, segði gentan og hugdi væl nøgd rundan um seg. “Sum her er heitt, – eg eri so móð, kann eg leggja meg at sova?”
“Tað mást tú gjarna”, segði verkstjórin og peikaði á tey bleytu setrini. “Her kanst tú róliga sova!”
Gentan legði pjøkarnar undir høvdið. Síðan legði hon seg á knæ og legði hendurnar saman í bøn. Eftir bønarhaldið sang hon hjartaliga sangin um barnið, ið møtir mammu síni aftur. Hendan sæla løtan, at síggja síni kæru heima í tí landi, har Jesus er.
Ferðafólkini vóru gripin av løtuni. Tey kendu á sær, at Guð var komin inn í vognin. Smágentan legði seg á setrið. Ein kvinna legði eitt klæði oman yvir hana. Skjótt sovnaði hon trygg og vælnøgd, meðan “Norðpílurin” við nógvari ferð koyrdi suður ígjøgnum Lapland.
Við bygdina Boden steðgaði tokið, og ein vognur við mati varð íbundin. Tá ið tann lítla gentan vaknaði, tók eitt ungt par sær av henni og gav henni eina heita máltíð.
Tá ið tey komu aftur í vognin eftir máltíðina, bíðaði verkstjórin eftir henni.
“Vilt tú vera lítla dóttir mín?” – spurdi hann. “Heima hjá okkum stendur eitt kamar og bíðar eftir tær, og har kanst tú spæla við leikurnar hjá dóttur okkara.”
Eina løtu stóð smágentan frá Laplandi púra still og hugsaði. So lýsnaði andlit hennara og hon strálaði sum sólin. Við opnum ørmum og tárum í eygunum leyp hon um hálsin á verkstjóranum og segði:
“Íðan, so er tú pápi mín!”
“Ja, so eri eg pápi tín!” 1)
= = =
Himmalski faðir okkara er ein kræleiksfullur frelsari. Hetta vælsignaða ríkið, har eingin er lítil, vesalur ella avskrivaður.
Gævi, at mær eydnast at bera tann vónríka boðskapin um himmalin. Gævi, at mær eydnast at vísa á tokið til himmalin, har øll vegna Jesus kunnu ferðast ókeypis. Amen.
Orðið: “Sanniliga sigi eg (Jesus) tykkum: “Tann, sum ikki tekur við Guðs ríki eins og lítið barn, hann skal als ikki koma inn í tað.”” (Markus 10,14).
Jógvan Fríðriksson, biskupur
Kelda: 1) Umsett úr norðurlendskum. Minnist ikki kelduna.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo