Norska tangaskipið, sum eisini bunkraði russisku fiskiskipini í Irmingarhavinum, bunkrar nú russisku fiskiskipini á makrelfeltinum í altjóða sjógvi.
Fyrr bunkraðu russisku skipini í Føroyum, men nú bunkra tey á opnum havi.
Myndin omanfyri er frá FishFacts og russiska skipið eitur Kurshskaya Kosa.
Polar Viking hevur siglt pendulfart millum feltið og Noreg í fleiri vikur.
Niðara myndin vísir at umskipað verður eisini. Russiska fiskiskipið eitur "Staryy Arbat" og farmaskipið eitur "Lagoon Phoenix."
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo