Sambært New York Post varð kvinnan bundin við gaffateypi eftir at hon hevði lopið á fleiri av manningini, og roynt at lata hurð upp meðan flogfarið var í luftini.
Eitt vitni sum filmaði kvinnuna umborð á flogfarinum, hevur greitt frá at kvinnan fór móti hurðini og rópti; «Eg má sleppa úr hesum flogfarinum. Tit mugu lova mær úr flogfarinum!» meðan hon bukaði á hurðina.
NBCLA hevur videobrot frá flogtúrinum, sum sæst niðanfyri.
Sambært norsku Nettavisen so hevur FAA givið kvinnuni eina bót á 81.950 dollarar eftir hendingina umborð á American Airlines Flight 1774 úr Dallas til Charlotte 6. juli 2021.
@nbcla Fighting on flights? Get ready to pay big. The FAA is handing out the largest fines in history over bad behavior. One passenger was fined nearly $82,000 for trying to open a cabin door and fighting. Another was fined $77,000 for trying to kiss another passenger, bite someone and open a cabin door. #flight #unrulypassenger ♬ original sound - NBCLA
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo