Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Faer Isles Distillery: Akvavitt er mest siðbundna spiritus í Føroyum. Onki hevur sum tað so tætt tilknýti til veitslulag, høgtíðir og serligar løtur so sum brúdleyp, jól og ólavsøku. Tí var fyrsti løgurin, ið Faer Isles Distillery gjørdi, sjálvandi eitt akvavitt.

Men sum ein whisky-framleiðari, ið dagliga fæst við tunnur til búning, var upplagda næsta stigið at búna akvavitt á tunnu. Nú kemur tí teirra “Cask Matured Akvavit” á marknaðin – eitt fatlagrað akvavitt, ið er búnað á fleiri ymiskum tunnum m.a. sjerri, har tað er blivið meira avrundað, milt og fult av spennandi smakkum.

Okkara smakkipanel, ið er samansett av fremstu fakfólkunum á økinum í Føroyum, brúktu m.a. hesi lýsingarorðini: karamell, rosinir, viólir, mandarin og sjokuláta. Harumframt elegant, samansett og við longum ráka. So hetta er ein løgur, ið er serstakliga vælegnaður til jólaborðið.

Í Føroyum, Íslandi, Svøríki og Danmark verður akvavitt oftast skonkt í snapsaglasi og drukkið í einum – ofta enntá kølt. Her er akvavitt búnað á eikitunnu ikki so vanligt. Tað er tað tó í Noregi, haðani vit kenna sløg sum Linie Aquavit og Lysholm.

Eins og í Noregi eigur nýggja fatlagraða akvavittið frá Faer Isles at verða skonkt í stovuhita og hóskar væl til jólamatin men er eisini sera væl egnað at drekka bert.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo