Trygdin er sum vera man í hásæti har sum drotningin vitjar. Nógv politi er á staðnum bæði áðrenn og undir sjálvari vitjanini, eins og fleiri lívverjar altíð eru hjá drotningini.
Men tey støðini, drotningin vitjar, skulu eisini kannast væl og virðiliga, eitt nú fyri spreingievni.
Hundarnir, sum verða brúktir til endamálið undir vitjanini í Føroyum, eru komnir úr Danmark, tí slíkir hundar eru ikki í Føroyum.
Tað eru labrador hundar, sum verða brúktir, tí teir eru millum teir best egnaðu til endamálið.
Politistarnir, sum eru saman við hundunum, upplýsa, at yvir 50.000 ymisk spreingievni eru, sum hundarnir kunnu tevja, og tað kemur eisini meira enn so fyri, at teir finna okkurt, serliga tá leitað verður í harða rokkaraumhvørvinum í Danmark.
Tað finnast eisini hundar, sum eru servændir í at finna lík, eins og hashundar, sum vit eisini kenna úr Føroyum.
Hundarnir kunnu vera í skóm, um okkurt hvast er har sum teir ganga.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo